Nú er august loksins her og byrjanin til Føroya Eftirskúla á Tvøroyri eisini. Skúlin hevur fyrsta skúladag 18. august og nógv spennandi liggur fyri framman, eisini eru tað næmingar, sum gleða seg til at byrja á eftirskúlanum.
Tað er við gleði, at okur kunngera at Jimmy Allert Schultz er settur, sum lærari á Føroya Eftirskúla. Jimmy kemur saman við Pól Arna, skúlastjóra at skipa Føroyabreytina og annað. Sum lærari hevur Jimmy drúgvar royndir og hevur arbeitt á Eftirskúla og fólkaskúla í Danmark. Jimmy er dani, men skilur føroyskt og er giftur Maud Næs í Hvalba, so ikki er hann heilt ókendur her á leiðum.
Okur gleða okum til eitt spennandi og mennandi samstarv við Jimmy, og somuleiðis sigur hann, at hann er dystin fúsur til at verða við til at menna Føroya Eftirskúla.
Facebook viðmerkingar