Til lukku Bárður

Til lukku Bárður, til lukku. Tit valdu pengar fram um fólk, útlendingar fram um føroyingar, og tað eydnaðist tykkum at fáa smittuna aftur til Føroyar. Í einum væltilrættaløgdum samanspæli við borgarstjóran í Tórshavnar kommunu.

Vit vistu øll, hvat fór at henda, tá landamørkini aftur vórðu latin upp á víðan vegg. Og tá borgarstjórin bjóðaði øllum hjartaliga vælkomnum á ólavsøku. Ávaringarnar vóru greiðar um, hvat fór at henda, men tíverri løgdu tey líka í, hvat føroyingar ynskja og vilja.

Útgangsstøðið var, at vit skuldu hava álit og ongar treytir. Og tað vóru vit fleiri, sum ávaraðu um. Sjálvur skrivaði eg eitt lesarabræv síðst í apríl mánaði, har eg vísti á, at tilmælis-landsstýrið mátti skifta kós og leggja fram uppskot um tvungið sóttarhald til øll, sum koma til landið. Tað haldi eg framvegis. Um vit og útlendingar ikki kundu ferðast aftur og fram akkurát, sum vit vildu, so kundu vit púra fræls hildið ólavsøku. Men ferðavinnan mátti endiliga ikki missa ov nógv.

Ístaðin missa vit aftur frælsið. Gomul og sjúk mugu aftur halda seg heima og avmarka alla vitjan. Og sosial samvera skal vera minimal. 

Vit vilja liva frítt í Føroyum. Vit vilja ferðast í egnum landi. Vit vilja vitja og vera um okkara nærmastu. Okkara gomlu og sjúku. 

Men henda samgongan velur pengar fram um fólk og útlendingar fram um føroyingar. Tað vistu vit tíverri. Og nú betala vit aftur prísin.

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin

Facebook viðmerkingar