Til øll ferðandi við bussum og skipum hjá Strandfaraskip Landsins.
Í sambandi við at smittutølini fyri Covid19 eru vaksandi, mælir Strandfaraskip Landsins øllum ferðandi til at brúka munnbind, tá ferðast verður við farleiðum hjá Strandferðsluni.
Mint verður eisini á almennu tilmælini viðvíkjandi t.d. hondreinføri, frástøðu.
Víst verður til spritt haldarar umborð.
Fylgið við kunning, tí broytingar kunnu koma fyri.
Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru:
- Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
- Hosta og njós í ermuna – ikki í hendurnar.
- Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
- Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
- Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
- Minst til altíð at halda frástøðu.
- Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
- Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.
Facebook viðmerkingar