Vágs kommuna: Seinastu vikuna hava menn hjá Teknisku deild arbeitt við spillvatnsleiðingini vesturi við Sandin.
Arbeitt verður við at leggja spillvatnsleiðingina, sum hevur runni beint oman á Sandin í ein mansaldur, í leiðingina skamt vestan fyri Garðabrúgv, sum rennur umvegis reinsubrunn á sjógv.
Arbeiði er liður í spillvatnsætlanini hjá Vágs kommunu.
Fleiri myndir eru á www.vagur.fo
Facebook viðmerkingar