Enn eru tøk pláss á Miðnámsskúlanum í Suðuroy

Miðnámsskúlin í Suðuroy byrjar aftur 18. august. Enn eru tøk pláss á hug- og náttúrubreytini. Eisini ber enn til at tekna seg til stakgreinalestur. Vit hava, umframt lærugreinarnar á stx, fleiri búskaparlærugreinar. Eitt nú hava vit virkisbúskap C, sølubúskap C, KT C og vinnulívsrætt C.

Hevur nakað av hesum tín áhuga, so set teg í samband við skúlan á telefon 614201 ella umvegis teldupost, mis@skulin.fo.

Facebook viðmerkingar