So eru fyrstu veingirnar komnar upp í Porkerishaganum

Í mjørkanum í morgun eru veingjurnar á fyrstu mylluni (Mylla 5) settar upp. Veingjabreiðið á vindmyllunum er 44 metrar og er sjálvt tornið 45 metrar høgt.

Tær sjey vindmyllurnar í Porkerishaganum koma at hava ein samlaðan mátt á 6,3 MW.

Dótturfelagið hjá SEV “Vindfelagið í Neshaga” vann almenna útboðið uppá vindmyllulundina í Porkerishaganum í kapping við hollendska vindmylluframleiðaranum EWT. Vindfelagið í Neshaga hevði lægsta boðið, sum var á 31,55 oyru/kWt, sum merkir at hetta er prísurin, sum verður latin fyri framleiðsluna, sum fer inn á elnetið hjá SEV. Boðið frá EWT var 34 oyru/kWt.

Myndirnar tók Niels Jacob Eysturberg.

Facebook viðmerkingar