Bólturin spakuliga á rull aftur

Leygardagin 22. august fara kappingarnar hjá teimum vaksnu í gongd aftur, og leygardagin 29. august byrja tey yngru aftur at spæla dystir

Síðan mikudagin 5. august hevur steðgur verið í øllum kappingum, undantikið í Betri Deildini hjá monnum. Men nú er ætlanin at fara spakuliga í gongd aftur, boðar Fótbóltssambandið frá.

Komandi leygardag, sum er tann 22. august, byrja allar vaksnamannadeildirnar aftur, og leygardagin 29. august byrja kappingarnar í barna- og ungdómsdeildunum aftur. Úrvals- og landsliðsvenjingarnar hjá FSF byrja aftur mánadagin 24. august.

Í hesum sambandi verður víst til nýggjastu koronavegleiðingarnar. Tað er av stórum týdningi, at tær verða fylgdar. Spælt verður eftir løgdu leikdøgunum, meðan umsitingin í Fótbóltssambandi Føroya arbeiðir við at finna nýggjar leikdagar til útsettu dystirnar.

Nýggjastu koronavegleiðingarnar síggjast við at trýsta HER

Avgerð er eisini tikin um, at fyribils verður spælt uttan áskoðarar til og við fríggjadagin 28. august.

Facebook viðmerkingar