41 næmingar á heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum

Í dag byrjaði heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Á skeiðinum eru 41 næmingar, sum allir eru úr Føroyum.

Dagurin byrjaði við at Guðmundur Joensen, stjóri á Ítróttaháskúlanum, bjóðaði vælkomin og næmingarnar fingu eisini bjóðað ábit.

Eftir tað varð lopið beint í eldin og intro-vikan byrjaði.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá degnum í dag.

Facebook viðmerkingar