Fjalla Eivindur

Jóhann Sigurjónsson (1880-1919) skrivaði henda leikin í 1911. Leikurin verður í íslendskum bókmentum mettur sum ein hin best umtókti og mest spældi. Hann var t.d. ein av trimum leikum, sum framførdir vóru, tá ið Tjóðleikhúsið varð vígt í 1950 – fyri sjeyti árum síðani.

Petra Djurhuus (1892-1975), ættað úr Nólsoy, týddi leikin til føroyskt. Hann er prentaður í ”Varðanum” 21. bindi, 1941.

”Fjalla Eivindur” er, tað vit vita, spældur í Føroyum í fimm umførum: Í Havn í 1938, í Sandavági í 1942, í Klaksvík í 1955 og 1989 og í Húsavík í 1977. – Í 1961 varð leikurin sendur sum ljóðmynd í útvarpinum.

Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar í røðini.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 31 er 158 síður.

Forlagið FANNIR

Facebook viðmerkingar