Vit søkja eftir tveimum starvsfólkum til kantinuna og einum starvsfólki til reingerð. Varðin Pelagic framleiðir matvørur og vit leggja stóran dent á at hava gott reinføri. Kantinan er ein umráðani partur at skapa starvsfólkanøgdsemi og vit ynskja at seta starvsfólk, ið duga og dáma væl at hugna um starvsfólkini.
Størvini i matstovuni
Søkt verður eftir einum starvsfólki at arbeiða fulla tíð. Arbeiðsuppgávurnar eru at gera mat, keyp av vørum, gera matarætlan og reingerð av køki og matstovu.
Hitt starvið er hálvtíðarstarv og uppgávurnar eru í høvuðsheitum at taka sær av uppvaskinum í dagtímunum.
Tá framleiðsla er, verður arbeitt í vaktum á 8 tímar, skiftandi dagvakt og náttarvakt. Tá ongin framleiðsla er, verður bert arbeitt um dagin.
Starvið sum reingerðarfólk
Starvið sum reingerðarfólk er tíðaravmarkað. Arbeiðsuppgávurnar eru reingerð og klædnavask.
Galdandi fyri øll størvini
Vit vænta, at tú ert:
- tænastusinnað/ur
- fyrikomandi og hevur lætt við at samskifta við onnur
- arbeiðssom/arbeiðssamur
- álítandi
- støðug/ur og møtir væl upp
- tekur ábyrgd
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Umsókn skal sendast til HR@vardin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 28. august.
Um spurningar eru til størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Unu Mortensen, kantinuleiðara, á telduposti unmo@vardin.fo ella tlf. 291785.
Varðin Pelagic er eitt uppisjóvarvirki, ið varð sett á stovn í 2012. Virkið hevur allan nútímans hentleikar og hevur eina av størstu innfrystingarorkuni í Evropa. Felagið hevur alla virðisketuna og kann tillaga krøv og mannagongdir, frá tí fiskurin er veiddur, til vøran er seld. Varðin Pelagic framleiðir fýra sløg av fiski, t.e. makrel, sild, svartkjaft og lodnu. Tað eru umleið 120 fólk til arbeiðis tá framleiðsla er á virkinum.
Facebook viðmerkingar