Fráboðan frá kommununum um SEV
Kommunufelagið og nevndin í SEV hava í dag havt fund fyri øllum borgarstjórum landsins.
Til viðgerðar var ætlanin hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í í umhvørvis- og vinnumálum, um at skilja interkommunala felagsskapin SEV sundur.
Á fundinum varð gjørd soljóðandi samtykt:
Kommunurnar kunnu ikki góðtaka:
- At lógarfyrireikandi arbeiðið at sundurskilja SEV verður gjørt í loyndum, uttanum ta serfrøðina sum Interkommunali Felagsskapurin SEV hevur bygt upp í nærum 75 ár.
- Í øðrum lagi, at ætlanin er at gera hesar broytingar, uttan at nakað veruligt samskifti hevur verið millum eigaran – tær føroysku kommunurnar – og Landsstýrið.
Kommunurnar krevja tí:
- At serfrøðin hjá SEV verður við í arbeiðinum at lýsa og greina tær avleiðingar, sum uppskotið hjá landsstýrimanninum fær fyri føroyska samfelagið.
- Í øðrum lagi, at hendan greining verður grundarlag undir samskifti og samráðingum millum land og kommunur, áðrenn Landsstýrið tekur støðu til at leggja nakað lógaruppskot um hetta fyri Løgtingið.
Einmælt samtykt á fundi millum kommunurnar 21. august 2020
Facebook viðmerkingar