Í einum demokratiskum samfelag hava fólk ymiskar hugsjónir. Summi eru høgravend onnur eru vinstravend, og tað er í lagi.
Tað er í lagi at hava ein liberalan hugsunarhátt, tað er ein mannarættur. Men at vera so liberalur, at tað elligamla føroyska eyðkenni, næstrakærleiki, at hjálpa hvørjum øðrum, at hugsa um hvønn annan, tí tað var, og er ofta, neyðugt, fullkomiliga hvørvur, er ikki føroyskt, men tíverri nakað, sum hendan samgongan stendur sum borgan fyri.
Fleiri dømir eru um henda politikk seinasta árið, sum henda høgra samgonga hevur sitið við valdið. Eg havi einki ímóti, at fólk og vinnufyritøkur forvinna sær pengar. Men ikki fyri ein og hvønn prís, tí í seinasta enda eru tað Palleba og Marsanna, sum gjalda gildið.
ALS verður nógv brúkt og tíverri eisini misbrúkt av núverandi samgongu. Hinvegin eisini “brúkt” okkara stóru laksa- og fiskivinnufyritøku, har arbeiði bert er nakrar mánaðir av árinum, og ALS ornar so rest. Rikidømi hava teir fáu fingið frá okkum øllum at umsita.
Nú korona herjar um alla verðina, skal ALS-kassin tømast, sjálvandi skal samfelagið fóta sær, men hvør er tað nú, sum gjaldir alt gildið?
Hvar eru allar hasar milliardirna,r sum Landsbankastjórin vísti til, og sum kundu brúkast ì hesum koronatíðum; hví ikki brúka av teimum í staðin fyri at tøma ALS-kassan? Eg meini tað.
Fyri okkum uttanfyristandandi tykist alt í Tinganesi meira líkt teimum frálíku sendingunum um Gøg og Gokke. Munurin er tó, at í Gøg og Gokke funnu teir onkuntíð skilagóðar loysnir.
Í Tinganesi eru so at siga ongar hugsanir og ongar visiónir, uttan at taka mest til tey vælbjargaðu, og likamikið verður við restini. Ikki fyri at tosa um at avrita beinleiðis danskar loysnir og lógir, uttan kjak og umhugsni.
Men semja er um at avbyrgja seg frá restini í heiminum á fiskivinnuøkinum og lata nøkrum útvaldum okkara tilfongi. Semja er eisini um, at landsins útreiðslur mugu niður, og semja um, at tað er tann veiki føroyingurin, sum skal bera hesa byrðu. Og endiliga semja um, at hann helst skal fáast av landinum, tí hann viðvirkar ikki jaliga til samfelagsbúskapin. Vorðið sum blídni.
Nýggjastu dømini frá høgrastýrinum eru tankar um at privatisera Atlantic Airways, Føroya Tele, Strandferðsluna og pínadoyð um ikki okkara SEV, sum kommunurnar eiga, eisini skal á privatar hendur, meira ella minni, uttan at spyrja eigaran eftir nøkrum av tí. Koyrir væl.
Gott vikuskifti!
Levi Mørk, býráðslimur í Vágs kommunu
Facebook viðmerkingar