Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 182 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2020
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing 2020 var 181,9 milliónir krónur. Samlaða tøkan var 20,9 túsund tons í kruvdari vekt, harav 12,9 túsund tons vórðu tikin í Føroyum og 7,9 túsund tons í Skotlandi. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 134,4 milliónir krónur, harav aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 85,8 milliónur krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 28,8 milliónir krónur. Samlaða tøkan var nakað størri, og hækkaði hetta um rakstrarúrslitið hjá aligeiranum. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 48,6 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 49,9 milliónir krónur.
8. oktober 2019 keypti Bakkafrost meginpartin av The Scottish Salmon Company (SSC) í Skotlandi. Frá hesum degi at rokna er SSC ein partur av Bakkafrost samtakinum, og skulu roknskapartølini frá SSC frá hesum degi roknast við í samlaða roknskapin hjá Bakkafrost samtakinum. Hetta merkir, at øll tey nevndu roknskapartølini í hesum tíðindaskrivi eisini umfata SSC – uttan so, at tað er greitt frámerkt. Roknskapartøl frá SSC, ið viðvíkja tíðarskeiðum áðrenn keypsdagin, eru ikki við í samlaðu roknskapartølunum hjá Bakkafrost samtakinum.
Úrslitið eftir skatt fyri annan ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 471,7 milliónir krónur í mun til 188,6 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Samlaða tøkan í øðrum ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 20.878 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 12.941 tons tikin í Føroyum í mun til 12.609 tons sama ársfjórðing í fjør, og 7.937 tons vórðu tikin í Skotlandi. Samlaða tøkan í fyrra hálvári var 38.813 tons í kruvdari vekt í mun til 26.316 tons fyrra hálvár í fjør. Harav vórðu 23.608 tons í kruvdari vekt tikin í Føroyum í mun til 26.316 tons fyrra hálvár í fjør, og 15.205 tons vórðu tikin í Skotlandi.
Tilsamans vórðu 5,8 milliónir smolt sett út í øðrum ársfjórðingi 2020. 2,9 milliónir vórðu sett út í Føroyum og 2,8 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanberingar vórðu 3,6 milliónir smolt sett út í Føroyum í sama ársfjórðingi í fjør. Tilsamans eru 9,1 milliónir smolt sett út fyrra hálvár í ár í mun til 5,3 milliónir smolt fyrra hálvár í fjør. 5,2 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 3,9 milliónir í Skotlandi.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
„Fyrra hálvár 2020 hevur verið nógv ávirkað av farsóttini, sum hevur reikað kring heimin. Fíggjarliga avkastið er sjálvsagt nógv ávirkað av umstøðunum á markaðinum. Umframt hetta hava hægri flutningskostnaðir og broytt gjaldoyraviðurskifti eisini ávirkað fíggjarliga skeiva vegin. Hóast umstøðurnar hava verið truplari, so fegnast vit um, at felagið hevur havt positiv úrslit fyri allar geirar, bæði í liðugvøruframleiðsluni, á Havsbrún og í alingini á sjónum í Føroyum og í Skotlandi. Eisini fegnast vit um, at starvsfólk okkara ikki hava verið rakt av farsóttini og framhaldandi at kunna veita eina sunna og heilsugóða vøru til okkara kundar.
Vit eru serstakliga nøgd við góða úrslitið í liðugvøruframleiðslugeiranum, sum í hesum ársfjórðingi hevur havt størri framleiðslumongd enn nakrantíð áður. Eftirspurningurin eftir liðugt pakkaðum vørum vørum frá handilsketum hevur verið sera stórur, nú matstovur og hotell hava verið stongd undir farsóttini. Vit hava av sonnum havt ágóða av smidleikanum í okkara longu virðisketu, sum ger okkum før fyri skjótt at tillaga okkum eftir skiftandi marknaðarumstøðum.
Vit síggja eisini fyrstu tekinini um, at tær broytingar, vit hava gjørt í alivirkseminum í Skotlandi, byrja at geva úrslit, eins og vit í Føroyum síggja úrslit av mongu stóru íløgunum, ið vit hava framt her. Smoltstøðin á Strond er liðug og framleiðir nú ein stóran part av smoltinum, vit hava tørv á. Alsamt vaksandi miðalstøddin á smoltinum fer at gagna aligeiranum hjá okkum munandi framyvir. Í Skotlandi hava vit eisini tikið týdningarmikil stig fyri at vaksa um støddina á smoltinum við at seta í verk munandi útbygging av smoltdeildini í Skotlandi. Eisini er biogassverkið Förka tikið í nýtslu og fer nú undir framleiðslu av grønari orku. Hettar hjálpir okkum ávegis at røkka avbjóðandi málinum at hava minkað CO2-útlátið niður í eina helvt í 2030.
Vit vænta at farsóttin fer at hava avbóðingar við sær á altjóða laksamarknaðinum. Ilt er at meta, hvussu leingi og í hvussu stóran mun hetta fer at ávirka marknaðin. Vit meta tó, at útlitini eru góð, tí farsóttin hevur ikki broytt veruleikan, at heiminum framyvir tørvar vaksandi mongd av heilsugóðum og burðardyggum mati, sum laksur jú er.”
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 85,8 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2020 samanborið við 303,4 milliónir krónur fyri sama ársfjórðing í fjør. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 28,8 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2020.
Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 48,6 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2020 í mun til 0,0 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í øðrum ársfjórðingi 2020 var 49,9 milliónir krónur samanborið við 58,4 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Í øðrum ársfjórðingi 2020 læt Bakkafrost fulltíðar starvsfólkum frá 2019, sum enn eru í starvi í felagnum, bonus partabrøv svarandi til 2% av lønini í 2019. Samlað læt Bakkafrost starvsfólkunum 14.368 partabrøv, sum svaraðu til eitt virði á 6,2 milliónir krónur.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.116 milliónir krónur við endan á øðrum ársfjórðingi 2020 í mun til 1.019 milliónir krónur við árslok 2019. Bakkafrost hevði 2.323 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á øðrum ársfjórðingi 2020, og solvensurin var 69%.
Orsakað av óvissuni, ið stendst av koronafarsóttini, hevur nevndin í Bakkafrost áður avgjørt at útseta avgerðina um útlutan av vinningsbýti fyri 2019 til 25. august 2020, tá ið hálvársroknskapurin verður lagdur fram, og óvissan væntandi var minkað. Nevndin hevur nú staðfest, at óvissan framhaldandi er høg, og at nevdin tískil ikki fer at leggja fram uppskot um at gjalda vinningsbýti fyri 2019.
ÚTLIT
Marknaður
Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða tøkan av laksi øktist umleið 3,4% í øðrum ársfjórðingi 2020 í mun til sama ársfjórðing í 2019. Sum heild var marknaðurin tarnaður av koronafarsóttini, og óvissan um marknaðarútlitini er størri enn vanligt.
Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi í triðja ársfjórðingi 2020 verður mettur til áleið 5% samanborið við sama ársfjórðing í 2019. Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi fyri 2020 verður mettur til umleið 3-4% samanborið við 2019.
Aling
Miðalstøddin á smoltinum hjá Bakkafrost er alsamt vaksandi, og fer hetta at hava ágóðar við sær fyri alingina komandi árini. Bakkafrost misti nógvan fisk í storminum, ið var í februar, og tískil varð samlaða væntaða tøkan í ár í Føroyum lækkað úr 57.000 tonsum niður í 50.000 tons. Tøkumetingin fyri Skotland fyri 2020 er 39.000 tons. Í 2021 verða væntandi 62.500 tons av laksi í kruvdari vekt tikin í Føroyum og 44,000 tons í Skotlandi.
Bakkafrost leggur stóran dent á at minka áhaldandi um lívfrøðiliga váðan og hevur gjørt munandi íløgur í virðisketuna fyri at minka um váðan og tryggja burðardyggan vøkstur. Smoltstøðin á Strond er nú fullvirkin og er við til at hækka miðalvektina á smoltinum í alingini í Føroyum til 500 gramm, sum miðað verður eftir. Eftir ætlan fer Bakkafrost eisini at gera íløgur í 2-3 stórar smoltstøðir í Skotlandi, so tørvurin fyri stórum 500g smolti til alingina í Skotlandi eisini kann nøktast.
Í Skotlandi mennist alingin so líðandi, og betringar eru longu at síggja í høvuðslyklatølunum. Hendan jaliga gongdin fer væntandi at halda fram komandi árini, sum ætlaðu íløgurnar verða gjørdar í skotska alivirkseminum.
Samanumtikið hevur lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum og Skotlandi verið góð í øðrum ársfjórðingi 2020 við góðum vøkstri og lítlum felli frá sjóseting til tøku.
Í 2020 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 15,0 milliónir smolt í Føroyum og 10,7 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanberingar var útsetingin í Føroyum 12,7 milliónir smolt í 2019 og 12,6 milliónir í 2018. Í Skotlandi vóru 12,4 milliónir smolt sett út í 2019 og 8,6 milliónir í 2018. Tal og miðalvekt av sjósettum smolti eru týðandi fortreytir fyri at kunna meta um framtíðar tøku. Bæði útseting og tøka eru treytaði av lívfrøðiligu gongdini.
Liðugvørur
Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 33% av væntaðu tøkuni í øðrum hálvári 2020. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.
Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2020 er 1.162 túsund tons, sum er ein hækking á 2% samanborið við 2019.
Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2020 verður væntandi lægri enn í 2019. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2020 er hækkað og verður mett til 110.000 tons.
Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost.
Íløgur
Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022 er áljóðandi 1,8 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur, men ikki íroknað íløgur í The Scottish Salmon Company. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at minka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisførið og skapa burðardyggan vøkstur, so árliga framleiðslan hjá Bakkafrost í Føroyum sum frálíður verður 100.000 tons í kruvdari vekt. Strategiin at framleiða størri smolt er ein týdningarmikil partur av hesi ætlan.
Biogassverkið Förka er ein týdningarmikil liður í at tryggja burðardyggan vøkstur. Biogassverkið ger tað møguligt at framleiða grøna orku burtur úr vaksandi nøgdunum av lívrunnum burturkasti og skarni, sum kemst av vaksandi virkseminum. Á henda hátt minkar Bakkafrost um árliga CO2-útlátið við umleið 11.000 tonsum.
Afturat íløguætlanini í Føroyum ætlar Bakkafrost at gera árligar íløgur fyri umleið 350 milliónir krónur í Skotlandi tey næstu 5 árini. Ein stórur partur av hesum fer til útbygging av smoltstøðum í Skotlandi.
Fíggjarliga støðan
Hóast stóru óvissuna, ið stendst av koronafarsóttini, eru langtíðarútlitini fyri altjóða laksamarknaðin til fyrimuns fyri Bakkafrost. Bakkafrost hevur longstu virðisketuna í vinnuni og kann við hesari framleiða hágóðskulaks til lágan framleiðslukostnað. Hettar gevur ein avgerandi kappingarfyrimun og størri fíggjarligan smidleika framyvir.
Í fjórða ársfjórðingi 2019 endurfíggjaði Bakkafrost alt samtakið við EUR 352 milliónum til føroyska virksemið umframt møguleika til EUR 150 milliónir í eykafígging um neyðugt. Afturat hesum er virksemið í Skotlandi fíggjað við GBP 100 milliónum.
Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð bankafígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.
Covid-19 farsóttin
Bakkafrost hevur ein týðandi leiklut í at tryggja heilsugóðan mat til vaksandi fjøldina í heiminum. Hesin leiklutur er serliga týdningarmikil í truplu støðuni í heiminum, ið kemst av Covid-19 farsóttini.
Við teimum tiltøkum, ið eru gjørd fyri at verja starvsfólkini, er føroyska framleiðslan hjá Bakkafrost ikki tarnað munandi av farsóttini, meðan framleiðslan í Skotlandi er tarnað í avmarkaðan mun. Broytingar eru gjørdar nógvastaðni í fyritøkuni fyri at minka um smittuvandan og tryggja møguleikarnar fyri at kunna halda frástøðu. Eisini eru øll starvsfólk í Føroyum boðin regluligar, ókeypis Covid-19 kanningar síðan apríl mánað. Higartil eru yvir 5.600 kanningar gjørdar, og tíbetur eru vit spard fyri smittu.
Um Bakkafrost:
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi. Harumframt hevur felagið eitt biogassverk í Streymoy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla og umsiting eru eisini í Grimsby, Edinburgh og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.663 starvsfólk (ársverk).
Facebook viðmerkingar