Nú ber til hjá suðuroyingum eisini at luttaka á stuttligu og gevandi hondbóltsdeildini Eydnudeild.
Eydnudeild er ein hondbóltsdeild til børn og ung í aldrinum 5-15 ár, sum á ein ella annan hátt, ikki megna at luttaka á liðum úti í teimum ymisku feløgnum.
Deildin er eisini við til, at skapa eitt samanhald, har børnini og familjurnar kunnu trívast í einum øðrvísi og stuttligum umhvørvi.
Venjingin verður skipa á tann hátt, at børnini sleppa at royna seg sum hondbóltsleikara, og tey verða møtt á tí støðinum tey eru á, soleiðis at øll kunnu vera við.
Venjingin verður einaferð um vikuna í 1 tíma í Vágs høll.
Fyribils verður venjingin onsdag kl 17.00 og vit byrja onsdagin 2. septembur.
Venjarar verða Bára Krosslá Mortensen og Gurið Krosslá Augustinussen, fysioterapeutar, og Sólrun Krosslá, námsfrøðingur.
Um tit halda, at hetta er nakað fyri tykkara børn, kunnu tit bara møta upp í høllini onsdagin.
Eisini eru tit vælkomin at ringja til okkum, um tit hava spurningar og vilja vita meira um hetta á tlf. 584453(Bára) ella 263585(Sólrun).
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Facebook viðmerkingar