Týsdagin verður aftur møguligt at lata seg kanna fyri koronu í Runavík. Í Klaksvík verður kannað mánadag, mikudag og fríggjadag í komandi viku. Tíðirnar eru óbroyttar Í Havn og á Tvøroyri.
Her er yvirlit av kanningartíðum á kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum hesa vikuna. Hetta er galdandi til og við 6. september.
Klaksvík, á Víkarvegi:
Mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 9-11
Runavík, í Skótahúsinum
Týsdagin kl. 11-13
Tvøroyri, við Trongisvágs skúla:
Mánadag, mikudag, hósdag kl. 8.30-10.30
Týsdag og fríggjadag kl. 9-12
Tórshavn, á Eirargarði:
Gerandisdagar kl. 17-19.
Leygardag kl. 13-15.
Tey, ið ynskja at lata seg kanna, skulu stilla seg í bíðirøðina í meðan opið er. Øll, sum stilla seg í bíðirøðina í upplatingartíðini, verða kannað. Tað er ikki neyðugt við ávísing frá lækna.
Facebook viðmerkingar