TB – Víkingur fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið kl. 18.30 tekur TB ímóti Víkingi við Stórá. Í mun til seinastu vikurnar, so verður aftur loyvt áskoðarum til dyst og kunnu fólk sostatt leita sær vestur í Trongisvág til fótbóltsdyst.

TB vann farna vikuskiftið 1-0 ímóti Skála og hevur á 8. plássi 10 stig, meðan Víkingur á 5. plássi hevur 29 stig.

Dysturin við Stórá byrjar kl. 18.30.

Facebook viðmerkingar