Í sambandi við, at nevndarfundur varð hildin á Vágsverkinum, nýtti nevndin í SEV, saman við stjórnini, høvið at vitja í Porkerishaganum, har nýggja vindmyllulundin hjá SEV verður sett upp í hesum døgum.
Fimm av sjey myllum eru settar upp, harav tvær hava fingið veingirnar settar á eisini.
Suðuroyggin vísti seg frá síni allarbestu og mest bergtakandi síðu hendan dagin.
Facebook viðmerkingar