Seinastu mánaðarnir hevur verið arbeitt av øllum alvi at gera klárt til, at nýggja námsfrøðihjálparaútbúgvingin skuldi byrja í august í ár.
Nógv tíð hevur verið brúkt uppá at gera ætlanir fyri og rundan um útbúgvingina, so sum at gera námsskipan, námsætlanir, útbúgvingarbók, lesiætlan og annað, sum skal fylgjast í útbúgvingini.
18. august byrjaði so fyrsti námsfrøðihjálparaflokkurin á Heilsuskúla Føroya. Tey eru 9 í tali og koma úr øllum Føroyum.
Námsfrøðingarnir Rakul í Lágabø, Kára Danielsen og Heidi Bech undirvísa flokkinum, og hava tey spennandi lærugreinir sum t.d. samskiftið í námsfrøðiliga arbeiðinum, náttúra og útilív, heilsa í námsfrøðiliga arbeiðinum, mentan og virksemi, arbeiðsumhvørvi, umframt aðrar lærugreinir.
Facebook viðmerkingar