Avmarkingarnar, sum hava verið á teimum trimum sjúkrahúsunum fara úr gildi mánadagin 7. septembur. Tá verður latið upp aftur fyri vitjandi og tað verður ikki longur neyðugt at brúka masku.
Tá koronasmittan tók seg upp aftur eftir ólavsøku, vórðu ymisk tiltøk sett í verk fyri at minka um smittuvandan inni á sjúkrahúsunum. Tað hevur havt viđ sær, at avvarðandi ikki hava havt somu møguleikar at vitja á deildunum og øll, sum hava havt ørindi á sjúkrahúsinum, hava verið biðin um at brúka masku fyri nøs og munn.
Eftir at tamarhald tykist verða fingiđ á koronasmittuni, og mest sum eingin nýggjur tilburður hevur verið seinastu vikurnar, so hevur Sjúkrahúsverkið valt at seta úr gildi tiltøkini frá mánadegnum. Mint verður tó á almennu tilmælini um frástøðu og reinføri.
Facebook viðmerkingar