Fámjinstunnilin: Boringin kann byrja móti sumri

Kvf.fo: Gongst sum ætlað, kann farast undir at bora tunnilin til Fámjins móti sumri næsta ár.

Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Mikudagin svaraði hann einum munnligum fyrispurningi í tinginum frá Erhardi Joensen, løgtingsmanni í Sambandsflokkinum, um Fámjinstunnilin.

Løgtingið hevur samtykt eykajáttan til kanningar í sambandi við Fámjinstunnilin, og útbjóðingartilfarið verður eftir ætlan liðugt í november.

Jørgen Niclasen sigur, at samstundis verður arbeitt við einari ætlan um at bjóða vegagerðina til Fámjinstunnilin út fyri seg.

Hoyrið innslagið her.

Facebook viðmerkingar