Ónsdagin 9. sept. kl. 13 letur Rúsan upp í nýggjum hølum í Trongisvági.
Í Trongisvági hevur seinasti mánaðirnar verið lívligt byggivirksemi, har MTV-Byggivirkið hevur reist stóran bygning á økinum, har Statoil hevði bensinstøð, handil og bilvask, inntil hesin brann í grund fyri nøkrum árðum síðani.
Mortan T. Vang, stjóri í MTV-Byggivirkið, sigur, at tað hevur gingið væl at reisa bygningin. Bygningurin, sum er uml. 1000 fermetrar, fer millum annað at hýsa Rúsdrekkasølu Landsins, ið harvið sigur farvæl við “Langabakka”, har hon í samfull 27 ár hevur hildið til, eftir henda kom til Tvøroyrar í 1993.
Rúsan letur eftir ætlan upp ónsdagin 9. september og tað verður undir væl rúmligari umstøðum enn hon virkar undir nú.
Harriet Hjelm Joensen, ið er handilsleiðari, sigur, at nú verður væl rúmligari hjá Rúsuni at virka og atkomuligheitin verður eisini nógv betri enn áður. Nakrar broytingar verða gjørdar í úrvalinum í handlinum, ið ætlanin er skal vera fjølbroyttari. “Vit hava fingið nýggja fløskuautomat. Automatin kann avgreiða tveir kundar í senn og hon lesur strikukotuna allan vegin runt, so neyðugt ikki er at standa og bíða eftir at maskinan fer fatur í kotuni”, sigur hon.
Broyttar upplatingartíðir
Nú Rúsan flytur, so er eisini gjørt av at tillaga upplatingartíðirnar mánadag til tórsdag. Nú verður opið frá 13-17:30 hesar dagar og ikki frá kl. 14 sum áður. Fríggjadagar og leygardagar er opið sum vanligt.
“Vit lata upp kl 13:00 og tá eru fólk vælkomin framvið at fáa sær ábit og okkur leskiligt afturvið”, sigur Harriet.
Kelda: Tvøroyrar kommuna
Facebook viðmerkingar