Gestur Hovgaard, sum var lektari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Setrinum, er nú tilnevndur professari á universitetinum í Nuuk
Í 2017 fór lektarin á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum til Grønlands at arbeiða sum leiðari á deildini fyri samfelag, búskap og journalistikk á universitetinum í Nuuk (Ilisimatusarfik – uni.gl ).
Nú hevur akademiska ráðið har gjørt av at tilnevna Gest Hovgaard sum professara.
Í tíðindabrævi frá grønlendska universitetinum stendur, at tilnevningin er søgulig, tí hetta er fyrstu ferð, at ein av teirra egnu granskarum er “framfluttur” til professara.
Ætlanin er, at Gestur Hovgaard heldur sín professarafyrilestur síðst í oktober.
Vit á Setrinum ynskja Gesti hjartaliga til lukku við professaraheitinum.
Lesið meira um Ilisimatusarfik her.
Facebook viðmerkingar