Kirkjukórið Ljómur byrjar aftur

“Jóannes Nolsøe has left the building…” – Kirkjukórið Ljómur byrjar aftur –

Tað frættist av Flatlondum, at Jóannes Nolsøe “has left the building” í Skagen og er á veg til Vágs… aftur á gamlar gøtur.

Hann kemur at stjórna Kirkjukórið Ljóm hetta heystið fram til Allahalguna.

Venjingin byrjar komandi mánakvøld, 28. sept. kl. 19, í Vágs kirkju. (við atliti at koronastøðuni!)

Sangarar, ung sum gomul: Nú er ikki at setast aftur! Jóannes hevur verið í báti fyrr! Hann hevur drúgvar royndir sum kórleiðari!

Síggjast mánakvøldið kl. 19!

Kirkjukórið Ljómur

Facebook viðmerkingar