Ove Heinesen til minningar

Tað rann mær kalt niður eftir rygginum, tá sagt var mær frá, at Ove hjá Bine var deyður.

Óhugnaligt at vita, hvussu lítið okur vita á morgni, hvar okur eru um kvøldið.

Kann ikki lata vera við at hugsa um, at seinasta summar komu somu boð um góða vinin og grannan Eyðun, sum vitjaði bæði meg og Ova fleiri ferðir um dagin, eg var á Oddafløtti og Ove hjá seyðinum.

Ovi og eg eru vaksnir upp saman, á sama garði líka síðan okur vóru føddir.

Ove var føddur sama dag sum Jóannes við Ósagarð, grundlógardag 1949. Jarðamóðurin gekk ímillum, havi eg hoyrt. Eg var føddur  tveir mánaðir seinni.

Ovi vaks upp vesturi i bø. Í heimsins nalva. Sonur Jacobine og Magnus Heinesen. Magnus var sum oftast róptur Manne.

Ove vaks upp i einum sera tryggum heimi. Momman, Jacobina, var guðrøkin, so okur fingu altið nøkur góð orð á vegnum.

Spæliheimurin hjá okum var stórur. Smillatún, Sjagagarður, Gjógvará, Sandurin /Ósin, Garðabrúgv og so Vágseiðið.

Oman fyri húsini, har Ove búði, stóð eitt sokallað ”Hønhús”. Hetta Hønhús var okkara ”basa”, tá okur spældu. Kundi báði vera fongsul ella borg, tá  Cowboyspælið var i hæddini.

Um 10 -12 ára aldur sóu okur ein film (Møguliga hjá Petur Otto).

Tað var ”Dronningens Vagtmester” við Poul Reichardt. Hesin filmurin flutti okum frá Cowboyspælinum til at fektast og gera korðar og svørð, umframt bogar og pílar.

Soleiðis vóru okur – eins og í dag – ávirkaðir uttanífrá.

Men ein fantastiskur barnauppvøkstur, okur hevði.

Abbin var slektaður úr Lorvik, og kom Lorvík navnið at hanga fast við familjuna, og var Ove eisini uppkallaður eftir fólkum úr ættini har norðuri.

Ovi var doyptur Ove Evald Jens Sigurd Torkil Heinesen.

Nøvn, eg aldrin gloymi.

Barnaheimið hjá Ova kom i stóran mun eisini at verða tað stað, okur uppihildu okum.

Tey fyrstu barnaárini búði Ove saman við foreldrum og ommuni, Gomlu Johannu, í húsunum, sum stóðu føst uppí, har Diddan býr í dag. Eftir at omman Johanna, sum kom úr Sandvík, var deyð, flutti familjan oman í Smillar at búgva.

Bina, sum var systkinabarn við mommu mína, og Magnus vóru av fittastu fólkum.

Jacobina var sum sagt av Tøðuslagnum, og sum Erling Poulsen segði í samband við bókina, sum hann og Torkil Beder góvu út, hevði fólk úr Tøðuni serlig evnir til tað yvirnatúrliga. Erling segði eisini, at tað vóru bara tey, sum ”toldu” at uppliva slíkt, sum upplivdu nakað av hesum, sum er millum himmal og jørð.

Eina av hesum upplivingum hevði eg saman við Ova einaferð, okur vóru ungir. Ein dagin, okur spældu, kom momman Jacobina og rópti á okum, um okur ikki kundu taka trillibøruna hjá Manna og fylla hana við mold og koma við sær út í gamla kirkjugarðin. So varð gjørt, og okur fóru við henni út á grøvina hjá mommu Bine, og bað hon okum um at leggja moldina oman á grøvina hjá mommuni.

Hetta varð so gjørt, og fóru okur so vestur í Bø aftur.

Eg undraðist yvir, hví okur skuldu koyra mold oman á grøvina og spurdi Bine hví? Jú, segði Bina: ”Eg havi droymt i fleiri nætur, at momman sat og skalv. Tá man droymir slíkt, er orsøkin ofta tann, at lokið á kistuni er farið niðurígjøgnum, og grøvin er opin.”

Tað var orsøkin til, at Ovi og eg skuldu koyra eina trillibøru av mold oman á grøvina.

Slíkt var bara gjørt uttan nakað fjas.

Eitt annað fyribrigdi, sum vísti virðing fyri tí fjalda, var, at okur fingu at vita, at teir báðir steinarnir, sum standa nakað vestanfyri og nakað omanfyri, har Ove búði, vóru íbygdir. Gamalt var, at tá kúgvin í Ovara Smillum hevði kálvað, vóru teir fyrstu droparnir koyrdir í eina skál og settir á steinarnar.

Somuleiðis var á jólum eisini sett ílat við mjólk út á steinarnar.

Hesir steinar liggja har enn, men eru rættiliga fjaldir av grasi nú.

Stutt eftir at eg var byrjaður at læra til timburmann, fingu okur á Verkstaðnum hjá Tomme Líð til uppgávu at umbyggja húsini i Smillum.

Hetta hevur nokk verið umleið 1967.

Meðan Ove búði saman við Bine, Manna og John saman við ommuni í ovara húsinum, vóru ofta tey i Smillum niðari leigað út i stytri tíðarskeið.

Hetta var ein stuttlig tíð, orsakað av, at okur sum oftast komu at spæla við børnini hjá hesum familjum, sjálvt um tað við hvørt var ein vissur aldursmunur.

Minnist væl tey flestu, sum búðu har. Børnini vóru nakað eldri enn okur, men tað var altið okkurt, okur kundu læra frá hesum ”fremmandu”, tá okur spældu saman.

Hentzar og Edith mugu hava búð har. Tí Henning var okkara fyrimynd orsakað av, at hann var tað eldri enn okur og kundi læra okkum mangt og hvat. Elitha var javngomul við okum, og har fingu okur vinarbond, sum eru galdandi enn í dag.

Har í kjallaranum var ofta stuttligt at vera.

Minnist serliga eina ferð, okur spældu sjónleik.

Leikurin handlaði um Sigmund Brestisson, tá hann varð dripin i Sandvík.

Tá var rok í kjallaranum og á Verkstaðnum hjá Manna.

Magnus hevði eitt verkstað í kjallaranum. Har stóð vanliga hansara Puck motorsúkkla. Okur vóru øgiliga væl og tosaðu um alt. Har gjørdi hann eisini rabarbuvín, sum okur fingu loyvi at royna.

Tá eg kom saman við Brynjolf at taka gomlu krambúðina á Løghamri niður, komu okur fram á ymiskt uppi á loftinum. Millum annað eisini nakrar trækassar við dynamitti.

Løghamar hevur sikkurt selt dynamitt, tá handilin var í velmakt.

Eg fortaldi fyri Manna, at tað lógu nakrir dynamitkassar á loftinum á Løghamri. Halt kjaft, sigur Magnus, kanst tú ikki spyrja Brynjolf, um hann  kundi fáa ein. Jú, tað bar væl til, og Magnus fekk ein kassa vestur á Verkstaðið at standa.

Nú, 50 ár seinni, var sami dynamitt kassin i brennideplinum, tá hann skuldi burturbeinast. Men tað er ein heilt onnur søga.

Umleið 1963 lat Magnus eitt 8 mannafar byggja inni hjá Símuni í Líð.

Tað var ikki ein dagur, hvar Ove og eg ikki vóru inni hjá Símuni og hugdu eftir, hvussu tað gekk við bátinum.

Tað var stuttligt at síggja tað samstarv, sum var millim Símun og Alexandru, tá seymurin skuldi klinkast. Tað var uppgávan hjá Alexandru at seta ráðina á og halda fyri, tá klinkað varð.

Tað vóru mangir hugnaligir dagar inni í Líðini hjá Símuni.

Um sama mundið, sum Símun bygdi bátin, gjørdi Magnus eina jolle, sum ætlanin var skuldi brúkast at sigla út til bátin, sum eftir ætlan skuldi fortoyast nakað eystan fyri Snowdrop, har Magnus eisini hevði neystatoft. Jollan, sum Magnus gjørdi úr finér, varð gjørd á gólvinum i stovuni. (Hetta var nakað, áðrenn tey fluttu inn) og sum rímuligt var, fekk jollan onki annað navn enn Stovujollan. Hon var i brúk í mong ár.

Um ta tíðina, eg fór at læra, fór Ovi til Íslands at arbeiða í fiski. Hann var har í fleiri ár saman við John bróðrinum. Eisini royndi hann onkran sildatúr við Johanne, har Eli Lassen var skipari.

Okur fingu koyrikort, so skjótt sum okur vóru 18, og var tað ikki longi, til Ove keypti sær ein Mazda, sum nakað seinni var skiftur út við ein Ford Capri.

Palle Jacobsen

Í Smillatúni og í Sjagagarði sparkaðu javnaldrarnir nógv fótbólt, men hetta var ikki rættiliga nakað fyri Ova og meg. So tá Vágs Kappróðrarfelag fekk nýggjan dreingjabát í 1967, fóru okur at rógva við honum. Hetta var á Ólavsøku 1967.

Árið eftir, 1968, fekk Kappróðrarfelagið eitt nýtt 10 mannafar, og vórðu Ove og eg bidnir at koma við. Okur vóru 18 ára gamlir, men vóru nógv yngstir umborð.

Sum øllum kunnugt var hetta ein uppblómstrandi tíð fyri kappróðurin í Vági.

Fyrstu ferð, okur fóru av oynni at rógva, var á Norðoyastevnu 1968.

Tá búðu Ove og eg hjá einum skyldmanni i Klaksvík, Sigurð Heinesen, skúlalærara

1969 búðu okur øll manningin í einum eldri húsum i Klaksvík saman við einari manning úr Eysturoynni.

Hetta var ein minnilig uppliving

Eg gavst bert tvey ár seinni og fór í skúla í Danmark.

Ovi helt fram við at rógva nógv ár eftir hetta, og hevur Vágs Kappróðrarfelag altið staðið hansara hjarta nær.

1972 byrjaði eg at arbeiða i Havn og fór at rógva við Vikarbátinum, sum var eitt eitt 8 mannafar.

Eg var eisini biðin við Havnarbátinum, men… at fara at rógva ímóti Ova og Vágbingi, nei, tað var óhugsandi.

Ein stuttlig hending var, tá allir bátarnir úr Vági (Vágbingur, Royndin Fríða gentur og dreingir) vunnu á Skálafjarðarstevnu 1972.

Eftir kappróðurin møtti Bina Hanne hjá Lene í túninum.  Hanna ynskir Bine tillukku við róðrinum. Takk sigur Bina, ja, og okur vunnu allar róðrarnar. Hanna sigur ja, allar uttan 8 mannafør. Nei, sigur Bina: ”Tann róðurin vunnu okur eisini, tí Vikarbáturin vann, og har rør Palle við. So okur vunnu allar róðrarnar!”

Ove hevur nú í nógv ár verið trúfastur maður fyri kommununa á ruskplássinum inni á Oyrunum.

Tað er stutt síðan, at hann gavst á Oyrunum.

Ovi var sera væl dámdur av vágbingum, sum komu á ruskplássið.

Havi aldrin hoyrt nakran siga nakað annað enn gott um Ova.

Ovi og eg fóru hvør sína leið í vaksna lívinum, men møttust okur, vóru altið stundir til eitt lítið prát.

Tað vardi meg ikki, tá eg var heima eina viku fyri Ólavsøku, at prátið, okur hevði undir hoyggjhúsinum, skuldi vera seinastu ferð, okur hittust her á fold.

Ja, orðatakið sigur: ”Herrens veje er uransaglige.”

Tað verður tómligt at ganga framvið, og ongin Ovi er har longur.

Friður veri við minninum um Ova hjá Binemost.

                                                                                      Palle

Facebook viðmerkingar