Í Vági verður nú í samstarvi millum Bústaðir, Betri Banka, byggifyritøkuna Norcon og Vágs kommunu farið undir at byggja 6 lutaíbúðir í Vági.
Samstarvið millum partarnar tryggjar ein lágan byggikostnað, sum eisini hevur við sær ein lágan bústaðarkostnað. Bústaðarkostnaðurin fevnir um leigugjald, el & hita, viðlíkahald, trygging og umsiting av lutaíbúðarfelagnum.
Bústaðarkostnaðurin fyri íbúðirnar á 80 fermetur (2 kømur) verður umleið 5.500 kr. um mánaðin íroknað el og hita, viðlíkahald og umsitingarkostnaður. Bústaðarkostnaðurin fyri størri íbúðirnar á 90 fermetrar (3 kømur) verður umleið 6.200 krónur um mánaðin.
Í komandi viku verður kunnandi fundur fyri øll tey, sum tíðliga í summar skrivaðu seg upp til lutaíbúð í Vági.
Eitt frambrot á føroyska bústaðarmarknaðinum
Tørvurin á bústaðum – á einum heimi, sum øll hava ráð til – er stórur kring alt landið og avbjóðingarnar við at nøkta tørvin á bústøðum er seinastu árini vorðin alsamt sjónligur í miðlunum og ikki minst í sosialu miðlunum.
Eisini í Vágs kommunu er eftirspurningur eftir bústaðum vaksin nógv seinastu árini og tí fór Vágs kommuna í fjør undir at fyrireika ætlan um lutaíbúðarbygging í Vági.
Lutaíbúðarætlanin í Vági er eitt frambrot og nýbrot á føroyska bústaðarmarknaðinum. Í hesum 1. byggistiginum verða bygdar 6 íbúðir, sum eru 80 og 90 fermetrar til støddar. Tær smærri íbúðirnar hava tvey kømur, meðan tær størri hava trý kømur. Er áhugi fyri tí, so verður farið undir 2. byggistig í 2021, sum fevnir um íbúðarbygging á Stórheyggi í Vági.
Sum vanligt er í lutaíbúðarfeløgum, so koma luthavararnir at gera eitt innskot fyri at gerast partur av lutaíbúðarfelagnum. Innskotið er á umleið 310.000 kr. fyri minni íbúðina og umleið 350.000 kr. fyri størri íbúðina. Tað er møguligt at lána til egininnskotið, um tørvur er á tí.
Partarnir síggja samstarvið sum eitt fordømi
Okkara greiða mál hevur frá byrjan verið at fáa bygt bústaðir ella heim, sum øll hava ráð til, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, sum hevur verið drívmegin í verkætlanini. Hetta hevði ikki borið til, uttan góðar samstarvsfelagar, sum allir eru farnir inn í verkætlanina við sama endamálið og í sama anda.
Lutaíbúðarætlanin er fult í tráð við okkara endamál og ætlan, sigur Andras Róin, stjóri í Bústaðir, og eru vit sera fegin um at fáa roynt eina samansetning, har Bústaðir, Betri Banki sum fíggingarstovnur, privat við teirra innskoti, og ein kommuna samstarva um at gjøgnumføra eina lutaíbúðarætlan. Hendan verkætlanin kann lætt verða fordømi til nógvar aðrar verkætlanir av sama slag, sum tryggja, at vit fáa fleiri bústaðir kring alt landið, og ikki minst bústaðir til ein sámuligan penga, sigur Andras Róin.
Betri Banki fíggjar ein munandi part av íbúðarætlanini í Vági, og verkætlanin hóskar væl saman við okkara ynski um at fíggja bústaðir kring alt landið. Vit hava frá byrjan verið sera spent um verkætlanina, sigur Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka. Lítið er at ivast í, at hesin leisturin kann brúkast í øðrum líknandi verkætlanum og vænta vit, at fleiri lutaíbúðarætlanir koma kring landið komandi árini, sigur Olav Guttesen.
Sambært tíðarætlanini verður farið undir útgrevstur og planering í oktober og síðani verður undir at byggja íbúðirnar í Vági. Tað verður mett at taka umleið 1 ár at byggja íbúðirnar, so í november/desember mánað í 2021 kunnu fólk væntandi flyta inn í íbúðirnar í Mýrunum í Vági.
Verkætlanin í stuttum
- 6 lutaíbúðir verða bygdar í Vági
- Talan er um eitt samstarv millum Vágs kommunu, Betri Banka, Bústaðir og Norcon
- Bústaðarkostnaðurin verður 5.500-6.200 krónur
- Innskotið verður millum 310.000 krónur og 350.000 krónur
- Eftir ætlan eru lutaíbúðirnar lidnar í november/desember 2021
Facebook viðmerkingar