Fámjinstunnilin á fíggjarlógin fyri 2021

Fyrrapartin varð uppskotið til fíggjarlóg fyri árið 2021 lagt fram á tíðindafundi. Millum íløgurnar, sum eru raðfestar í 2021, er Fámjinstunnilin.

Sambært uppskotinum eru 25 mió. kr. settar av í 2021, við ætlan um 63 mió. kr. í 2022 og 30 mió. kr. í 2023.

Í tekstinum til fíggjarlógaruppskotið stendur:

Fámjinsleiðin 2020 – 2023
Famjinsvegurin er einbreytaður, smalur, liggur høgt, og trupulleikar eru av kava og vindi. Fyri at fáa hóskandi farleið er ætlanin at gera tunnil og tilhoyrandi veg. Kostnaður fyri alla verkætlanina er millum 103-125 mió. kr.

Við fíggjarlógaruppskotinum er Fámjinstunnilin endiliga í eygsjón.

Facebook viðmerkingar