Størri fíggjarligt rásarúm til pensjónistarnar, fleiri yngri læknar útbúgva seg, tríggir nýggir bústovnar, tunlarnir Norður um Fjall og Fámjinstunnilin eru millum høvuðsraðfestingarnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021. Neyðugt verður at tálma vøksturin í rakstrarútreiðslunum.
Landsstýrið hevur í dag lagt uppskot fyri løgtingið um løgtingsfíggjarlóg fyri 2021.
Korona skapar óvissu
Fíggjarmálaráðið metir, at BTÚ í ársins prísum aftur kann vaksa 3-4% í 2021. Stór óvissa er kortini um hetta. Avgerandi fyri gongdina verður, hvussu korona breiðir seg í komandi tíðum, og um tað eydnast at finna koppingarevni ella heilivág.
Hagtøl um arbeiðsloysi, løntakarar og inn- og útflutning benda á, at føroyski búskapurin er millum teir í vesturheiminum, sum helst koma frægast gjøgnum koronufarsóttina.
Løgur fyri hálva milliard
Samlaði karmurin til løgur og løgukendar útreiðslur næsta ár er 522 mió. kr. Hetta er á sama stigi sum í fíggjarlógini fyri 2020. Eitt nú verða pengar settir av til bústovnar, tunlar Norður um Fjall og Fámjinstunnilin.
Mett verður, at samlaðu inntøkurnar hjá landinum næsta ár verða 5.826 mió krónur.
Útreiðslurnar til rakstur, løgur og rentur verða sambært metingini 5.997 mió. kr. Hetta merkir, at
fíggjarlógaruppskotið fyri 2021 vísir eitt hall á 172 mió. krónur.
Tálma raksturin
Rakstrarútreiðslurnar vaksa ov skjótt og mugu tálmast. Tí verða átøk framd til tess at minka um vøksturin í útreiðslunum.
Hetta gevur rúmd fyri raðfestingum. Pensjónistar fáa meira at liva fyri, játtanin at útbúgva læknar verður økt og pengar vera settir av til veðurstøð.
Við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 vil landsstýrið reka ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og leggur upp fyri avbjóðingunum av koronu. Uppskotið er gjørt við teirri fyritreyt, at tamarhald verður á smittuni, og at samfelagið ikki aftur verður sett munandi niður í ferð.
Facebook viðmerkingar