
Nú nærkast dagurin, har koyrandi verður gjøgnum nýggja Hvalbiartunnilin. Og tað er eisini sjón fyri søgn, tá koyrt verður framvið tunnlinum bæði norðanvert og sunnanvert tunnilsmunnan, at nú er “finish-arbeiðið” ígongd.
Í dalinum í Hvalba er portalurin nú settur upp og í næstum verður farið undir at asfaltera inni í tunlinum og at gera vegirnar til tunnilin heilt lidnar.
Sambært tíðarætlanini verður nýggi Hvalbiartunnilin tikin í nýtslu í februar komandi ár.
Myndirnar tók Rúni Thomsen.
Facebook viðmerkingar