Millum raðfestingarnar á mentanar- og undirvísingarøkinum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 eru trivnaðarátøk í fólkaskúlanum, at fáa føroyskt við í Google Translate, Symfoniorkestrið, føroysk barnabløð, stuðulin til føroyskan film, ÍSF og ein eftirmeting av Fróðskaparsetrinum.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur raðfest arbeiðið at fáa føroyska málið við í Google Translate., og eru 500.000 kr., settar av til hetta endamálið.
Játtanin í 2021 til NÁM verður uppraðfest við 450.000 kr., ið er ætlað til at seta trivnaðarráðgeva. Trivnaðarráðgevin skal m.a. arbeiða við at menna fyribyrgjandi átøk at steðga happing í skúlaverkinum.
Játtanin til Føroya Symfoniorkestur hækkar við 500.000 kr. til at styrkja virksemi hjá Symfoniorkestrinum
Sum liður í átakinum Føroyar lesa verður játtanin til føroysk barnabløð hækkað við 300.000 kr. Endamálið við játtanini er at veita stuðul til at geva út barnabløðini PÍKA7 og STROK, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags stendur fyri. Játtanin verður hækkað við tí endamáli at menna virksemið og bøta um fíggjarligu møguleikanir hjá øllum næmingum at ogna sær bløðini.
Stuðulsjáttanin til føroyskar filmsverkætlanir hækkar við 200.000 kr. fyri at varðveita menningina á økinum. Stuðulsjáttanin til film kom fyrstu ferð á fíggjarlógina í 2014, og var játtanin tá 500.000 kr. Í 2021 verður játtanin 2,9 mió. kr.
Játtanin til ÍSF hækkar við 500.000 kr.
1 mió. kr. verða játtaðar til at skipa fyri eini uttanhýsis eftirmeting av Fróðskaparsetur Føroya. Lógtingslógin um Fróðskaparsetur Føroya ásetur, at landsstýrismaðurin skipar fyri einari eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya, ið verður gjørd av uttanhýsis serfrøði. Arbeitt verður harumframt við at skipa góðskutrygging av Fróðskaparsetrinum sambært altjóða Bologne leistinum.
”Koronafarsóttin hevur við sær stóra óvissu um búskaparligu vánirnar. Óvissan krevur, at vit eru varin við at vaksa um útreiðslurnar hjá landinum,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. ”Hóast rásarúmið á fíggjarlógini er avmarkað, havi eg valt at uppraðfesta millum annað hesi øki.”
Facebook viðmerkingar