Listi E í Vágs kommunu: Halda fast í góðu gongdini!

Listi E til kommunuvalið í Vágs kommunu stillar upp 10 valevnir, fimm kvinnur og fimm menn.

Gunnvá Bjarkhamar Arnfinsdóttir, skrivstovufólk

Jón Bjarnason, svimjivenjari

Vár Dimon, sjúkrarøktafrøðingur

Jónleyg Eyðunsson, námsfrøðingur

Dennis Holm, borgarstjóri

Eyðbritt Krosslá, heilsurøktari

Rógvi Kærbech, sølumaður

Kári í Lágabø, maskinsmiður

Bárður G. Nielsen, landmátari

Anna Brattaberg Samuelsen,  tannrøktari

Á 3. uppstillingarfundi hjá Lista E varð valskráin eisini løgd fram – og er valskráin við yvirskriftini “Halda fast í góðu gongdini !” skipað í hesi evnir:

HALDA FAST Í GÓÐU GONGDINI !

Børn & ung

  • Byggja út dagstovnin Eikilund og gera nýtt parkeringsøkið.
  • Gera nýtt natúrligt spælipláss í lendinum niðanfyri Eikilund.
  • Gera ætlan fyri skipan við fjølbroyttum og heilsugóðum mati í Eikilund hvønn dag.
  • Spæliplássið í miðbýnum skal nýgerast og gerast eitt savningarstað í miðbýnum.
  • Taka ungdómin við uppá ráð í skipanini av lokalsamfelagnum.

Barnafamiljur

  • Framhaldandi menna tilboð til barnafamiljur og tryggja, at tilboðini eru góð og bílig fyri barnafamiljur.
  • EIN KOMMUNA FYRI ØLL:
    • Skipa fleiri tilboð til børn, ung, vaksin og familjur við serligum tørvi og avbjóðingum.
    • Skipa nýggjan bústovn til ung við serligum tørvi og avbjóðingum.

Grøn økir, fríøkir og umhvørvið

  • Fleiri fríøkir við spæliplássum skulu gerast kring um í kommununi.
  • Við Vatnið skulu møguleikar gerast til smábátar, kajakir, súklubátar, kanoir os.fr.
  • Økið á Gørðunum skal fríðkast og gerast innbjóðandi fyri bæði okkum í nærumhvørvinum og vitjandi.
  • Fiskaplássið á Løðhamri skal gerast til eitt trivnaðarøkið.
  • Strondin inni á Oyrunum skal gerast atkomilig og hentleikar skulu gerast til sjódypp.
  • Vágseiðið – ein náttúruperla, sum skal hava hægstu raðfesting.
  • Gamla buchwald skal ruddast.
  • Arbeiðið við vetrarfriðing heldur áfram.
  • Gera hundapark.  

Fólkaskúlin

  • Hildið verður áfram við dagføringunum í Vágs Skúla.
  • Betra um parkeringsviðurskifti og gera dropzone / kiss-and-goodbye zone við skúlan.
  • Mentanarpallurin í Gamla Svimjihyli.
  • Gera ætlan fyri skipan við fjølbroyttum og heilsugóðum mati í Vágs Skúla hvønn dag.

Mentan, ítróttur og frítið

Mentan, ítrótt og frítíðarvirksemi í kommununi er avgerandi grundarlag undir trivnaðinum í nærumhvørvinum – og skal Vágs kommuna eisini komandi árini verið ein týðandi viðspælari á hesum økinum. Millum økinum, sum skulu raðfestast komandi valskeið eru:

  • Vágs kommuna skal verða ein virkin stuðul hjá frítíðar- og ítróttarlívinum í kommununi.
  • Gera dagføringar inni í Vágs Høll og VB-húsið.
  • Fótbóltsvøllurin á Eiðinum: Seta upp vallarljós og gera ætlan fyri lág áskoðaraskýli kring allan vøllin, sum kunnu gerast í byggistigum yvir fleiri ár.
  • Páls Høll: Gera ætlan fyri fleiri tilboð/dagføringum, sum gera Páls Høll ein meiri innbjóðandi fyri vitjandi.
  • Skipa verkstovur í Miðlatúni myrku árstíðina.

Kvøldskúlin & Musikkskúlin

  • Kvøldskúlin er eitt sera gott tilboð og hildið verður áfram at menna tilboðini í kvøldskúlanum.
  • Nýstovnaði Musikkskúlin í Vági skal gerast ein týðandi partur av skúla-umhvørvinum og tónleikalívinum í Vági.

Eldraøkið

Tilboð og tænastur til tey, sum eru komin til árs, skulu uppraðfestast:

  • Skipa reingerðartilboð til eldra ættarliðið.
  • Skipa felags matdagar.
  • Skipa felags innkeypsdagar.
  • Byggja eldraíbúðir vesturi við Hamragarð.
  • Halda áfram við morgunmati til eldri og døgurða til eldri, og skipanini við eldra-venjing.

Tekniska økið

 Vegkervið

  • Hildið verður áfram at dagføra vegakervið í allari kommununi.
  • Nýggir vegir verða gjørd vestur í Brekkubø og úteftir frá Toftabrekku.
  • Ætlan verður gjørd fyri útstykking av sethúsaøkjum.

Spillvatnsskipanin

Hildið verður áfram at gjøgnumføra spillvatnsætlanina fyri Vágs kommunu eftir leisti, sum er dagførdur í 2020. Málið er at spillvatnsskipanin er liðug í 2025.

Drekkivatn

Øll húskið í kommununi fáa nú reinsað vatn. Farið verður undir at dagføra reinsiverkið vestur við Gjógvará og úti í Toftalíð.

Umhvørvið

  • Vágs kommuna hevur gingið á odda tá umrøður umhvørvið og endurnýtslu. Komandi valskeið verður farið undir skipan, har øll húskið í Vágs kommunu skilja matleivdir frá vanliga húsarhaldsruskinum.
  • Hildið verður áfram at menna tænastuna á bingju- og endurnýtsluplássinum.
  • Hildið verður áfram at dagføra kommunalar bygningar og skifta til grønar orku loysnir.

Ferðslutrygd

  • Halda áfram við arbeiðinum við ferðslutrygd kring Vágs Skúla.
  • Ferðslutrygdarátøk – “lyfta upp vegin” á strekkjum á høvuðsvegnum fyri at “seta ferðina niður”.
  • Gera átøk fyri at seta ferðina niður við innkomuna til býin á Marknoyri og inni í Líðini.

Vinnu- og havnaøkið

Vágs kommuna skal verða:

  • ein virkin viðspælari hjá lokala vinnulívinum.
  • virkað fyri at nýtt vinnuvirksemi verður stovnað og draga nýggjar fyritøkur til økið.
  • Kannað verður hvussu landsstreymur til størri skip kann gerast við Vágs Havn.

Ferðavinnan

  • Vágs kommuna skal verða fremsta kommunan í landinum í ferðavinnuhøpi og eitt innbjóðandi og spennandi stað at gera íløgur innan ferðavinnuna.
  • Í tættum samstarvi við vinnuna verður hildið áfram at menna ferðavinnuna í nærumhvørvinum.

Fíggjarstýring

  • Neyv fíggjarstýring ger, at skattaprosentið framhaldandi stigvíst kann lækkast komandi 4 árini, samstundis sum barnafrádrátturin kann hækkast.
  • Hildið verður áfram at gjalda niður kommunalu skuldina.

Fjarlestrardepilin

Betra um útbúgvingarmøguleikarnar á staðnum og skipa fleiri útbúgvingarmøguleikar umvegis fjarlestur.

Nýggja tilboð og tænastur

Heilsudepil – venjing, heilsa, vælvera

Farið verður undir at skipað heilsudepil í Vági sum eina tænastu til fólk við skaða, fólk sum ynskja “nýggjan lívstíl”, tey sum stríðast við yvirvekt, ymiskar aldurbólkar.

Ítróttaeftirskúla

Ítróttareftirskúli við fótbólti, hondbólti og adventure verður stovnaður  í samstarvi við ítróttalívið í nærumhvørvinum og í samstarvi við Ítróttaháskúlan.

 

Facebook viðmerkingar