HALDA FAST Í GÓÐU GONGDINI !

Sum tit nokk vita, so havi eg valt, at stilla upp til kommunuvalið í ár. Eg haldi, at tíðin er komin til, at tað eisini verða vald nøkur ung fólk inn í Vágs býráð.

Eg flutti heim aftur til Vágs saman við sjeikinum og okkara tveimum børnum, aftaná at hava búð í Keypmannahavn í 5 ár. Vit valdu, at flyta aftur til Vágs, tí hetta er heimbygdin hjá okkum báðum, og ynskja vit, at okkara børn eisini skulu hava ein so fríðan og góðan uppvøkstur, sum vit høvdu her.

Vágsbygd hevur fyri meg altíð verið ein sonn perla, og eg haldi, at tey seinastu árini er hon farin at blomstra meira enn nakrantíð. Eg vil fegin vera við til, at útvikla Vágsbygd enn og meira, soleiðis at hon heldur áfram at vera attraktiv fyri vitjandi, tilflytarum og okkum øllum ið longu búgva her.

Av tí, at eg havi búð í Danmark í 5 ár, at eg eigi tvey børn og, at eg eri av yngru generatiónini, so veit eg, at eg havi nógv at bjóða Vágsbygd. Við hesum í baggaguni, síggi eg nokk nøkur evnir frá einum øðrum vinkli.

Verið eg vald inn, ætli eg at verða talurør fyri tey ungu í bygdini. Eisini ynski eg, at betra um korini hjá barnafamiljum, børnum og ungum. Sjálvandi vil man øllum í bygdini alt gott, tað geri eg eisini, men eg ynski, at hava mest fokus á barnafamiljur, børn og ung.Eg fari so leypandi, at koma út við mínum hjartamálum.

Vónandi kann tað skapast nógv spennandi í Vági tey komandi fýra árini!

Eg eri yngsta valevnið í ár og eg vóni, at tit vilja stuðla mær, við at geva mær eina stemmu 10. novembur 2020.

Vinarliga
Vár Naomi Dimon

Facebook viðmerkingar