Ávaring til starvsfólkið á SEV og Føroya Tele

SEV og Føroya Tele eru partar av fundamentinum undir okkara vælferðarsamfelag. Tað hevur tikið 100 ár at menna hesi feløg til í dag at vera í heimsflokki. Feløgini eru í dag væl fyri fíggjarliga, takkað verið sera dugnaligum starvsfólkum.

Men nú blása óhugnaligir vindar úr Tinganesi. Í heilaga navni kapitalismurnar og møsn um kapping skulu hesi feløg nú, annaðhvørt niðurkapitaliserast, sundurskiljast og/ella seljast til ísakøld føroysk og útlendsk íløgufeløg. Somu kreftir, sum seldu Vónina av landinum.


Landið fer at fáa nógvan pening fyri feløgini, men føroyingurin verður við sviðusoð. Tænsturnar verða uttan iva verri, og ofta verður kalt og onki samband á okkara útoyggjum.



Eg heiti tí á starvsfólkið á SEV og Føroya Tele um at hugsa um teirra arbeiðspláss, sum tey lætt kunnu missa av óhugnaligu skýmaskotsætlanini, og til kommunuvalið IKKI at geva teirra atkvøðu til nakað valevni, ið er tengt at samgonguflokkunum.



Javnaðarflokkurin vil varðveita SEV og Føroya Tele sum fólksins ogn, og ognin skal ikki avreiðast til pengagrammar gribbar.



Ein atkvøða til Javnaðarflokkin til býráðsvalið er ein vernd av SEV og Føroya Tele.

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin

Facebook viðmerkingar