Byggiloyvir til 16 hús í Vágs kommunu

Vágs kommuna: Gongdin í Vágs kommunu hevur seinastu árini verið góð við fólkavøkstri og vinnuligum vøkstri, ikki minst innan ferðavinnuna. Gongdin sæst eisini aftur í húsasølum seinastu 3-4 árini, har m.a. ungar familjur hava keypt eldri hús og dagført tey. Innan ferðavinnuna eru eisini nógvar nýggjar íløgur og talið av songjaplássum er fleirfaldað seinastu árini, frá umleið 35 songjaplássum í 2013 til umleið 170 songjapláss í 2020.

Góða gongdin er eisini sjónlig øktum fyrispurningum eftir grundstykkjum og veksandi áhuga fyri at byggja í Vági. Seinasta mánaðin hevur Vágs kommuna eisini givið byggiloyvið til 16 nýggj hús í Vágs kommunu. Fyri 3 vikum síðani varð byggiloyvið givið til 10 frítíðarhús við Traðarveg, og nú í vikuni varð byggiloyvið givið til 6 lutaíbúðir í Mýrunum.

Tað er altíð hugaligt at viðgera umsóknir um byggiloyvir, sigur Dánjal Bjarkhamar, formaður í Teknisku Nevnd, men í tey 40 árini, eg havi sitið í Vágs Býráð, er hetta fyrstu ferð, at vit hava givið byggiloyvir til 16 hús uppá 3 vikur, so hetta er ein sera spennandi tíð.

Vit gleðast um áhugan at gera íløgur í Vágs kommunu, bæði tá tað kemur til bústaðarbygging og bygging til ferðavinnuendamál, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. Vit hava seinastu árini arbeitt miðvíst við at skapa menning í nærumhvørvinum, har m.a. ferðavinnan hevur verið eitt tilvitað satsningsøkið – og vit kunnu bara gleðast um, at hetta arbeiðið nú berur frukt bæði á vinnuliga økinum og við at fleiri fólk tilvelja Vágs kommunu.

Í næstum verður farið undir at byggja lutaíbúðirnar í Mýrunum, sum eftir ætlan skulu standa lidnar seint komandi ár. Eisini ætlanin við frítíðarhúsum ferð ígongd í næstum og er ætlanin, at tey fyrstu frítíðarhúsini skulu standa klár seint komandi vár.

Facebook viðmerkingar