Jákup og Dánjal Petur vunnu 21. umfar í sjavs

Í farnu viku var 21. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag.

Úrslitið av umfarinum gjørdist hetta:

Nr. 1. Jákup Lisberg og Dánjal Petur Thorsteinsson, 4 stig hvør
Nr. 2. Eyðolf Bech og John Bech, 3 stig hvør
Nr. 3. Tova Kjærbo og Beinir Thomsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Birgit Poulsen og Sverri jacobsen, 1 stig hvør.

Næsta kapping verður í dag, sunnudagin 11. okt kl. 17.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Møtið fjølment

.

Facebook viðmerkingar