Ferðin má niður !
Bæði inni í Líðini og í Neslíð hevur meginparturin av ferðsluni alt ov nógva ferð inn í býin.
Á báðum teinunum eru nógv fólk sum fara gongu- súkklu- og rennitúrar, hóast tað kann kennast rættiliga ótrygt – serliga um børn eru við.
Tað sama ger seg eisini galdandi á nógvum øðrum teinum í Vági – við Garðarnar, Jugga og Garðslon, í miðbýnum við ungdómshúsið, Brim B&B og spæliplássið, men eisini á teimum minni trafikeraðu vegunum, sum til dømis í ovasta og vestasta partinum í Vági.
Her er avbjóðingin tó ikki júst tann sama, sum á Líðarvegi og á Marknoyrarvegi, tí tað ber til at lyfta vegin upp, og at gera heilt onnur ferðslutálmandi tiltøk, sum hinvegin ikki hóska seg til stóra og tunga ferðslu til og frá býnum. Ferðslutrygdin við Vágs skúla má eisini endurskoðast, men hesi økini vendi eg aftur til í øðrum høpi.
Ferðsluoyggjar inni í Líðini og á Marknoyrarvegnum – Nesvegnum
Tað hevur verið arbeitt miðvíst við ferðslutrygdarætlanini hjá Vágs kommunu og Landsverk, men tann ætlanin steðgaði upp (sum skilst vegna væntandi arbeiðsorku á Landsverki).
Tá tað er sagt, so má arbeiði takast upp aftur viðvíkjandi teinunum inni í Líðini og Marknoyrar- og Nesvegnum. Inni í Líðini er tað landsvegur heilt inn á Sandin/Trýkantin, so her verður neyðugt at fáa Landsverk við aftur í arbeiðinum.
Á Marknoyri eigur kommunan vegin út til bygdarmarkið í Neslíð. Tískil eigur kommunan at gera av, hvussu tað skal gerast tryggari at ferðast á hesum teininum. Tað er beinleiðis hættisligt hjá teimum sum búgva her at koyra úr túninum, tí akførini koyra so skjótt inneftir – ofta við somu ferð, sum á landsvegnum.
Tí má okkurt gerast fyri at minka um ferðina. Eitt gott boð vildi verið, at bygt ferdsluoyggjar. Tær hava eitt lítið sikksakk mynstur, og akførini verða soleiðis tvingaði niður í ferð. Hetta er ein tann mest nýtta og vælumtókta loysnin aðrastaðni, so tað eigur eisini at vera ein góð loysn her hjá okkum. Harafturat er loysnin eisini bílig og tarnar ikki stórum ella tungum akførum.
Við hesum dagføringum eri eg vísur í, at fólk fara at kenna seg tryggari á leiðini. Og tað er gott fyri okkum øll. Eisini bilførarin.
Hetta og onnur ferðslutálmandi átøk eru neyðug, og tað verður millum hægstu raðfestingarnar hjá mær.
Bárður Gunnarstein Nielsen
Valevni á lista E
Facebook viðmerkingar