Tann 1. septembur í ár var fólkatalið 52.703. Tað er vaksið við 768 fólkum ella við 1,5% í mun til somu tíð í fjør.
Ein fólkavøkstur á 768 ella 1,5% er framvegis ein stórur vøkstur, hóast tað er nakað minni enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði 2018/19, tá fólkatalið vaks við 919, svarandi til 1,8%. Munurin stendst serliga av, at nettotilflytingin eru nakað minni, sum sæst av talvuni niðanfyri.
Verður hugt at einstøku kommununum er nógv størsti vøkstur í tali í Tórshavnar kommunu við 378 fólkum, svarandi til 1,7%, í Runavíkar kommunu við 87 fólkum (2,1%) og í Klaksvíkar kommunu við 47 fólkum (0,9%).
Fólkavøksturin er nógv størri í Eystur kommunu enn í Klaksvíkar, 59 fólk samanborið við 47 og í prosentum er hann tríggjar ferðir størri. Eisini Vága kommuna, ið hevur væl minni fólkatal enn helvtin av Klaksvíkar, og Nes kommuna við einum fjórðingi av fólkatalinum í Klaksvíkar, er fólkavøksturin í tali áleið tann sami men í prosentum 2-3 ferðir so stórur.
Av miðalstóru kommununum er stórur vøkstur í Sjóvar kommunu, eitt sindur minni í Vágs og Sunda kommunum.
Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Eiðis (við 3,2%) og Kvívíkar (við 4,9%).
Av minstu kommununum er vøkstur í Viðareiðis, Skopunar, Sands, Skálavíkar og Fámjins.
Hinvegin so minkar í Hvannasunds, Kunoyar, Fuglafjarðar, Vestmanna, Hvalbiar, Porkeris og Sumbiar kommunum.
Facebook viðmerkingar