Ferðslan í Vági er sera høg. Um høgtíðir eru eisini sera nógvir bilar, tá ið nógv vitjandi eru í bygdini. Tað eru nøkur økir, har tað fer eftir fer, er við at ganga galið, og mugu nøkur ferðslutrygdarátøk setast í verk, áðrenn skaðin er hendur.
Tað er ongin lygn, at síðan eg flutti heim, havi eg verið sera stúrin um ferðsluna í Vági. Eg stúri hvønn dag fyri, at eitt óhapp skal henda, tá ið sonurin gongur út eftir Vágsvegi og tá ið hann verður settur av við Vágs skúla um morgunin. Við tankanum um, at hann- og nógv onnur børn ganga á hesum økið hvønn dag, gerð at tað rennur kalt niður eftir rygginum á mær, tí eg veit hvussu skjótt bilarnar koyra á hesum økið. Nógvar eru søgurnar um slíkar vandamiklar støður, og eisini havi eg sjálv verið vitni til støður, har tað var tætt uppá, at enda galið.Tað mugu heilt vist setast ferðslutrygdarátøk inn á hesum økið, ongantíð ov skjótt.
Í dag nýtir man ikki tey kendu ‘bumpini’ longur, og eru fleiri aðrar loysnar ið kunnu gerast. Ein av teimum er, at eitt lítið pettið av vegnum kann ‘liftast’ eitt sindur uppfrá, soleiðis at bilarnir tvingast niður í ferð. Hendan loysnin er í fleiri bygdum í Føroyum og tað riggar fínt. Hetta hevði avgjørt verið ein loysn, at gjørt eftir Vágsvegi, m.a við Vágs skúla, við Torgið og á vegnum vestur á Eiði. Tað er nokk ikki nakað ið valdar foreldrum meira ótta, enn tankin um, at børnini eru í vanda tá ið tey fara út. Og eg ivist ikki í, at fleiri hava tað soleiðis, viðvíkjandi ferðsluni í Vági! Tískil eru hesi ferðslutrygdarátøkini eisini nakað, ið eg vil arbeiða fyri.
Ferðslan úti við Vágs skúla um morgunin, er eisini ónøktandi. Eitt er, at allir bilar ikki fara niður í ferð. Men tað er eisini ringt, at finna eitt pláss at steðga bilinum soleiðis at børnini kunnu setast av. Tískil er tað oftast ein trafikkproppur uttanfyri skúlan um morgunin, sum ger tað vandamikið fyri bæði sjaførar og børn.
Møguleikin er, at gera eina ‘dropzone’ viðsíðurnar av vegnum, her bilar kunnu steðga og seta børnini av. So koyrur ferðslan eisini sína vanligu gongd og aðrir bilar forstýrast ikki, tá ið foreldrini steðga fyri, at seta børnini av.
Eg veit, at tað eru fleiri onnur øki í Vági sum skulu setast inn við ferðslutrygarátøkum. M.a. innkomuvegurin til Vágs har ferðslan er ov høg, vegurin niðan til barnagarðin har tað manglar ein gongubreyt og fleiri av teimum smærri vegunum. Eg haldi bara, at høvuðsvegurin og vegurin til barnagarðin fyrst og fremst skulu tryggjast, áðrenn farið verður undir, at gera teir smærru vegirnir. Øll vita, at vegarbeiði ikki er bíligt. Tískil kann alt heldur ikki gerast í senn. Men vónandi kunnu tað setast pengar av hvørt ár, soleiðis at fleiri ferðslutrygarátøk kunnu setast í verk. Tað er heilt avgjørt tørvur á tí, í Vági.
Vár Naomi Dimon
Valevni á Lista E
Facebook viðmerkingar