Komandi mikudag 21. okt. byrjar guitarundirvísingin aftur í Frelsunarherinum, eftir drúgvan steðg.
Tiltakið fer fram í salinum hjá Frelsunarherinum og er ókeypis.Ætlanin er at hava venjingina regluliga fram til og við mikudagin 24. mars 2021. Børn, ung og vaksin eru øll vælkomin.
Frá kl. 18 til kl. 18.30 eru nýbyrjarar vælkomnir og frá kl. 18.30 til kl. 19 eru tey sum hava spælt og spæla guitar vælkomin.
Um tað vísur seg at verða góð og stór undirtøka, kann væntast at vit eru noydd til at tillaga venjingartíðinar.
Vit vilja tó siga frá at vit halda tey almennu tilráðini og tí er neyðugt at tit hava tykkara egna guitar við. Um so er at tit hava tykkara egna nótastativ so eru tit vælkomin at taka tað við.
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Frelsunarherurin í Vági
Facebook viðmerkingar