Eitt av mínum hjartamálum er eldraøkið.
Eg eri fegin um, at okkara eldru hava tað gott, men eg hevði viljað tey fingu tað enn betur.
Øll 67+ í Vági eru so heppin, at tey hava nógv gott at fara til, eldrafimleik/svimjing, undirhúsið o.a.
Eri eisini sera glað um dagtilhaldið. Tey gera eitt framúr arbeiði.
Okkara kæri Hans hevur nú verið knýttur at dagtilhaldinum í nøkur ár og er sera glaður fyri tað. At vera saman 3-4 dagar um vikuna, fáa døgurða, drekkamunn og ta sosialu samverðuna. Tey ferðast norðureftir og hava enntá verið við Norrønuni.
Eitt sera gott tiltak.
Ja, til góðu gongdina
Eg hevði viljað, at normeringin bleiv raðfest hægri á okkara ellis-og røktarheimum/sambýlum og røktini í býnum.
Tey, sum arbeiða har gera eitt megnar arbeiði. Renna frá tíðliga til seint á kvøldið.
Men eg eri hørm um, at t.d. Hans bert fær eina vitjan um dagin. Hendan tænasta er nú tikin burtur t.v.s. hann fær onga vitjan. Hann er ikki einsamallur um. Tað er synd fyri okkara eldru, at so lítil tíð, og nú eingin tíð, er sett av til heimavitjan. Eg eri eisini hørm um heilsustarvsfólkini, ið koma á gátt, at tey altíð hava skund.
Tað hevði verið frálíkt um okkara eldru fingu t.d. 2 tímar um vikuna til húsliga hjálp og kanska eitt prát. Eg veit ikki rættiliga nær man burdi fingið hesa hjálp, um man ikki fær hana tá ein er 87 ár.
Eitt, sum eg haldi vera sera umráðandi er tannrøkt til okkara eldru. Tað gerast alsamt fleiri og fleiri, ið hava teirra egnu tenn. Sum flest øllum kunnugt, gerst tannrøktin støðugt betur. Tað hevur við sær, at okkara eldru, sum búgva Ellisheimum, hava í stóran mun sínar egnu tenn. Vit bjóða hár og fótrøkt, tað er gott, men eg haldi tað vera ógvuliga týdningarmiki at fáa tannrøkt setta á stovn innan eldraøkið.
Hesum vil eg so avgjørt arbeiða fyri.
Ja, til góðu gongdina.
Set x við Onnu Brattaberg á lista E.
Facebook viðmerkingar