Nú bert tvey umfør eru eftir at spæla í 2. deild er spenningur um hvørt lið vinnur uppflyting í 1. deild.
Støðan í 2. deild er í løtuni tann, at Skála (15 dystir) er á odda við 40 stigum, FC Suðuroy hevur 37 stig og EB/Streymur hevur 34 stig.
Leygardagin spældu EB/Streymur og FC Suðuroy á Eiði, tann dysturin endaði við javnleiki 1-1. FC Suðuroy legði seg á odda tíðliga í fyrra hálvleiki við máli, sum Heri Kjærbo gjørdi, men í yvirtíðini fekk EB/Streymur brotsspark og so var javnleikur 1-1.
FC Suðuroy kann nú avgera egna lagnu í samband við uppflyting, tí við 4 stigum seinastu tvey umførini, so er FC Suðuroy tryggjað 2. plássi og uppflyting í 1. deild.
Alt eftir hvussu tað gongur við Skála í Betri-deildini, tvs. um Skála flytur niður í 1. deild ella ikki, so flytur Skála eisini upp úr 2. deild í 1. deild. Men endar Skála við niðurflyting úr Betri-deildini, so verður tað EB/Streymur, sum flytur upp í 1. deild.
Hetta eru dystirnar, sum eftir eru at spæla í 2. deild (harumframt skal Skála spæla ímóti B68 á Toftum, seinasti dystur í 16. umfari, tann dysturin verður í kvøld):
Facebook viðmerkingar