Í Vági skulu okur seta á stovn ein “Thinktank” – ein hugbanka.
Endamálið skal altíð verða at koma við burðardyggum loysnum, sum framtíðartryggja langtíðarætlanir hjá Vágs kommunu og vinnuni næstu 10, 20 ella 50 árini.
Hugbankin skal hava ein samskipara, sum verđur ein bindandi liđur í einum mennandi samstarviđ millum Vágs kommunu, vinnuna, ítrótt, felagsskapir og so framvegis. Soleiđis sleppa serkøn, dugnalig og framskygd fólk á staðnum altíđ til orðanna við hugskotum og loysnum, sum eru til gagns fyri borgarin, vinnuna og Vágs kommunu nú og í framtíðini.
Ferðavinnan sum dømi
Hyggja okur eitt nú eftir ferðavinnuni, so kemur hon meira enn nakrantíð at hava ein týðandi leiklut á inntøkusíðuni hjá Vágs kommunu. Bæði tá tað kemur til gistingar, flutning, útferðir, tænastur vm., men eisini tann partin av ferðavinnuni, sum ikki er so burðardyggur, tí náttúran verður troytt og slitin upp av ferðafólkum.
Her kann ein hugbanki vera við til at tryggja okkum eina ítøkiliga og burðardygga framtíðarætlan, sum Vágs kommuna síðani kann arbeiða víðari við og seta í verk.
Og hvat er meira natúrligt fyri okkum í Vági, enn at ganga undan og seta tann fyrsta hugbankan av sínum slag í Føroyum á stovn?
Hesum fari eg at arbeiða fyri.
Bárður Gunnarstein Nielsen
Valevni á lista E
Facebook viðmerkingar