Gott at vera í Hvalbiar Sókn – bæði at virka og liva

Nú stundar aftur til Kommunuval. Ein kommuna er eitt samfelag, ið vit velja at halda saman um. Her er umráðandi at øll merkja seg, at hava og taka lut í samfelagnum. Tað er besta loysnin. Soleiðis eigur tað at verða. Eg fari framhaldandi at arbeiða fyri hesum.

Hvussu hjálpast vit at í einum samfelagi ? – Mátarnir eru fleiri. Kommuna og borgarin virka og liva saman –  hjálpast at, verða saman um at fyriskipað tiltøkum, átøkum og so víðari.

Valevnini koma næstu tíðina lova bæði líkt og ólíkt, men veruleikin er ikki so einkultur.

Eg bjóđa meg enn einaferđ framm til bygdarráđið í Hvalbiar Sóknar Kommunu. 

Øll valevnini hava dygdir, áræði og vilja, ið er neyðugur í komandi tíðum.

Skaðaódnin í februar/mars 2020, kemur at merkja Hvalbar Kommunu komandi árini. 

Mínar vónir eru at skađin á Hamranesi, kann umvælast fyri ein prís, ikki ger eitt nýtt Bygdarráđiđ eiðasørt, tá viðlíkahald, umvælingar og íløgur skulu gerast í framtíðini.

Onkrar av hesum íløgum eru ódýrar og kunnu merkjast sum skjótur, gevandi, fløvandi og góđir batar hjá borgarirnir, ið her búðleikast.

Her eru nøkur av teimum fystu boðunum, ið eg havi:

Trivnađur:

  • Tey náttúruspælupláss, iđ eru í sóknini, eiga at fáa eitt lyft, ein hjálpandi og hampandi hond. Soleiðis at spæliplássini, ið eru náttúrlig, aftur koma til sín rætt.
  • Bygdarhúsini í sóknini, eiga at verđađ meira brúkt til tiltøk, iđ vónandi kunnu verđa ókeypis fyri borgarirnir. Her kunnu borgarir, frítíđarfelagskapir og onnur áhugaði hjálpast at við at fyriskipa tiltøk av ymiskum sløgum.
  • Kannast skal, um ein sparkivøllur kann gerast í Hvalba. Tað hevur verðið møguligt at gera slíkar sparkivallir. Har hevur FSF verðið við at fíggja. Ein er í Sandvík.

Ferđsluviđurskift:

  • Tey bleytu í ferđsluni mugu framhaldandi verjast – og verjast enn betur.
  • Ferđsluviđurskiftini viđ skúlan eigur at betrast. Møguliga kann ein “Kiss and goodbye” skipan at verđa loysnin.

Vinnan:

  • Vinnan má frammhaldandi hava best  møguligu karmar og kor.

Ferđavinnuna:

  • Tíđin er komin at ferđavinnan eisini fær heimstađ í Hvalba og Sandvík.  Her eiga allar góđar kreftir at standa saman, um eitt felags miđ og mál. Aktørar nýggir og verđandi kunnu stuđlar hvør øđrum og stuđla  upp undir einum felagsmáli. Skeltir um kunning og upplýsandi til alla sóknina, eru ávegis.

Bústađir:

  • Kommunal grundstykkir eru tøk
  • Grundstykkir eru til sølu í kommunalu útstykkingini.
  • Byggilendi er tøkt í allar sóknini – tađ er bert at spyrja seg fyri.
  • Kannast skal um, Bústađir hevur møguleika at byggja bústaðir í Hvalba.

Ein kommuna –  sum vit standa um. Saman klára vit brotasjógvar og avbjóđandi tíđir.

Far á val 10. November  

X við Niels Olaf Eyvindsson

Facebook viðmerkingar