Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við ætlan um at byggja eldraíbúðir vesturi við Hamragarð.
Kunnað varð um ætlanina á býráðsfundinum í kvøld og eitt samt býráð tók undir við, at arbeiðast skal víðari við ætlanini og at Vágs kommuna skal fara undir at útvega økið til ætlanina.
Um ætlanina
Tey komandi árini veksur talið av pensjónistum skjótt í Føroyum, soleiðis er gongdin í fólkatalinum. Hetta er eisini galdandi fyri gongdina í fólkatalinum í Suðuroynni og í Vágs kommunu, har talið av fólki, sum eru komin til árs, veksur skjótt komandi 5-7 árini.
Økta talið av pensjónistum førir eisini við sær, at tørvurin á eldraíbúðum veksur. Í løtuni eru ongar eldraíbúðir í nærumhvørvinum, hóast nógv, sum eru komin til árs, ynskja at flyta í ein minni bústað, sum ikki er krevjandi at halda.
Umstøðurnar til at byggja eldraíbúðir eru neyvan betri í vakra umhvørvinum vesturi við Vatnið, á fløtuni eystanfyri Hamragarð. Stutt er oman til Vatnið, har nógv fólk hvønn dag ganga túr, og stutt er vestur á Eiðið og stórslidnu náttúruna á Vágseiði.
Frá økinum eystanfyri Hamragarð er gott útsýnið út gjøgnum bygdina, út á fjørðin, oman á Vatnið og lutvíst eisini vestureftir ímóti Vágseiði. Tað er stutt at ganga ella koyra út í bygdina, og parkeringsmøguleikarnir við Hamragarð eru góðir.
Staðsetingin við Hamragarð er ikki vald av tilvild, men orsaka av, at tað er stutt frá eldraíbúðunum til tey eldratilboð og tær eldratænasturnar, sum eru á Hamragarði.
Á Hamragarði eru venjingartilboð í venjingarmiðstøð til tey, sum eru 60 ár og eldri, skipað av fysioterapeuti og ergoterapeuti. Á Hamragarði er eisini dagtilhald, sum er eitt tilboð til eldri borgarar í Suðuroynni, har ymiskt frítíðarítriv og -tilboð verða skipaði.
Á Hamragarði verða eisini skipaðar tænastur fyri búfólkini á heiminum, sum tey, sum búgva í eldraíbúðunum, eisini høvdu kunnu fingið ágóðan av. Til dømis er klædnavask og reingerð á Hamragarði, og er hetta ein tænasta, sum fólk í eldraíbúðunum eisini høvdu kunnað keypt frá Hamragarði.
Á Hamragarði verður eisini gjørdur matur hvønn dag í vikuni og døgurði verður eisini koyrdir út av húsinum til brúkarar – og er hetta eisini ein tænasta, sum fólk í eldraíbúðunum høvdu kunnað blivið partur av.
Ein býlingur við trivnaði
Ætlanin fevnir um at byggja eldraíbúðir í einum eldrabýlingi, sum er skipaður soleiðis, at fólk, sum búgva í íbúðunum hvønn dag kunnu koma hvørjum øðrum við. Við býlingin verður sjálvsagt felags uttandura fríøkið, har tilber at njóta løturnar. Í økinum er eisini ætlan at gera útistova og drívhús, sum kann brúkast bæði sum uppihaldsstova og til frítíðar-ítriv innan urtagarðsvirksemi.
Ætlanin fevnir um 8 eldraíbúðir og eitt felags hølið, har íbúðirnar til støddar eru ætlaðar ein pari ella einum stakum pensjónisti.
Fíggjarliga partin av eldraíbúðunum er ætlanin at skipa líkt skipanini við lutaíbúðum í samstarvi við fleiri partar, millum annað Bústaðir. Parturin hjá Vágs kommunu verður tá at útvega grundstykki og gera tað byggibúgvið, eins og heimild er fyri í samband við bústaðir til tey, sum eru 60 ár og eldri.
Kunnað varð um ætlanina á býráðsfundinum í kvøld og eitt samt býráð tók undir við, at arbeiðast skal víðari við ætlanini og at Vágs kommuna skal fara undir at útvega økið til ætlanina.
Facebook viðmerkingar