Nú eitt umfar er eftir at spæla í 2. deild er FC Suðuroy á einum 2. plássi, sum førir við sær uppflyting í 1. deild. Men enn er eitt umfar eftir, og FC Suðuroy er bara 3 stig frammanfyri EB/Streym á 3. plássi, so FC Suðuroy skal hava í minsta lagi 1 stig í seinasta dysti, fyri at vinna uppflyting.
Seinasta umfar hjá FC Suðuroy er ímóti Undrið FF í Hoyvík. Um FC Suðuroy spælir javnleik ella vinnur, so er FC Suðuroy í 1. deild. Um FC Suðuroy tapir dystin, so verður dysturin ímillum Víking og EB/Streym avgerandi. Vinnur EB/Streymur dystin, so verður tað málmunurin, sum kemur at avgera hvør flytur upp í 1. deild.
Í løtuni hevur FC Suðuroy ein málmun, sum eitur +45, meðan EB/Streymur hevur +38.
Um FC Suðuroy endar sum nr. 3 í 2. deild, so er tað framvegis ein møguleiki at flyta upp. Flytir Skála niður úr Betri-deildini, so kann Skála, sum er nr. 1 í 2. deild, ikki flyta upp í 1. deild. Og merkir tað tá eisini, at nr. 3 í 2. deild flytur upp í 1. deild.
So spenningurin um uppflyting úr 2. deild upp í 1. deild stendur við til seinasta bríksl leygardagin.
Facebook viðmerkingar