John Rajani er settur í starvið sum sendifólk á Sendistovu Føroya í Tel Aviv í Ísrael frá 1. desember 2020 at rokna.
John Rajani er 51 ára gamal og útbúgvin innan búskap og leiðslu frá Danmark og Stórabretlandi. Hann er giftur og eigur trý børn, og hevur virkað í ráðgevaravinnuni tey seinastu árini.
John Rajani var sendimaður í London frá 2002 til 2005, og var við til at byggja sendistovuna í London upp. Hann hevur drúgvar royndir bæði í í miðfyrisitingini og í privatu vinnuni. Í fíggjarvinnuni hevur hann tíggju ára royndir á leiðslu- og stjórnarstøði úr BankNordik.
Facebook viðmerkingar