Haldi fingrarnir frá SEV – Helgi Abrahamsen

Tað er sera hugstoytt at síggja og hoyra hvussu rovfuglarnir leika í at fáa fatur á elframleiðsluni og elveitingini. Rovfuglarnir arbeiða hart við at sleppa framat og inn á ein interkommunalan geira, ið hevur nógv góð ár á baki. Hví vilja hesir rovfuglar framm at elgeiranum. Hugsast kann at rovfuglarir síggja onkran góðan bita í SEV. Sjálvandi eru nakrir góðir bitar í SEV, men teir súru bitarir eru eisini fleiri. Men rovfuglarnir vilja bert hava teir góðu bitarnir – tað er teimum tíkt.

Hvør skal so sita eftir við teimum súru bitunum ? SEV ? – So verður tað fyri rokning til okkum streymbrúkarir !!

Landsins mynduleikar, eiga at hugsa um at gera tað so lagaligt hjá landsins borgarum og vinnu at liva og virka. Í hesum føri kann landsins mynduleiki  landstýrismaðurin í m.a. vinnumálum, ið SEV hoyrir undir, ikki tryggja okkum at vit fáa ein betur elprís, eftir at rovfuglarnir eru farnir avstað við Føroya fólks ogn SEV.

Ætlanin er at fáa eitt ella fleiri dýrkandi lið inn í okkara elveiting. Eitt ella fleiri lið, ið øll skulu hava meira frá okkum – burtur úr okkara lumma, ið ikki ótømuligur.

Okkara fólkavaldu politikkarir eru valdir at stýra fyri okkum, at gera lívið lættari hjá okkum. Men tað hevur ikki hevði gjørt við hepnari hond higartil.

Elfelagið SEV er interkommunalur felagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum eiga, og sum harvið alt Føroya fólk eiga. Um SEV fær eitt yvirskot í einum árið, so verður hetta yvirskot við til at fíggja og brúkt til útbyggingar og tryggjan av netinum og framleiðslutólum í framtíðini. Av tí sama fáa allir borgarir og brúkarir ein so lagaligan prís fyri streymin. Her við fáa øll gagn og gleði av hesi skipan.

SEV er ogn hjá okkum øllum. Tað er ikki rætt at nøkur fá skulu gera av hvussu okkara ogn og virksemi skal seljast – gevast til onnur, ið onki eiga í hesum. Vit fáa øll sama ágóða av hesum. Prísásetingin er samhaldsføst. Við øðrum orðum er sami prísur fyri øll, óansæð hvar í landinum ein býr.  

Rovfuglarnir eru væl á veg at ræna okkara undirstøðukervi, ið er lívsneyðugt fyri fólk, samfelag og vinnu. Okkara fólkavaldu politikkarum, ið eru valdir fyri at verja okkum og okkara áhugamál og okkara vilja, eru við at lata seg draga seg eftir oyrunum av hesum rovfuglum.

SEV er í dag eitt banniorð á munninum hjá nógvum, men er SEV saman við Elveitingareftilitinum ikki ein verja fyri okkum brúkarir, soleiðis at vit ikki fáa eina alt ov høgan streymprís ? Jú – Elveitingareftirlitið er nokk tað einasta ( prís ) eftirlið í Føroyum, ið veruliga klárar at hava eftilitið við teimum uppgávum, ið tey eru sett til at halda eftirlit við. Nevnast kann at mikið rok stendst hvørja ferða eitt  oyra skal setast upp á KILOWATT-TIMAN hjá SEV,  men aðrir prísir hoppa upp í loft uttan stríð og mugu brúkarirnir bert góðtaka ógvusligar príshækkingar.

Høvdu øll eftilit virkað so væl sum Elveitingareftirlitið – So hevði verðið betur skil á prísstøðnum í Føroyum

Øll grøn útbygging má og skal gerast við skili. Skil skal verða á hvat prís vit brúkarir skulu rinda fyri okkara streym. Samfelagsborgarir eru ikki áhugaðir at útbyggingar verða gjørdar fyri roknings endabrúkarans.

Tað er ikki okkara vilji, at grønar útbyggingar skulu gerast fyri ein og hvønn prís

Heilsan

Niels Olaf Eyvindsson, Sandvík

Streymbrúkandi

Samfelagsborgari

Bygdarráðslimur í Hvalbiar Sóknar Kommunu

Fyrrverandi varaborgarstjóri í Hvalbiar Sóknar Kommunu 2009 – 2012

Fyrrverandi 1. Varatinglimur fyri Sambandsflokkin 2011 – 2015

Fyrrverandi nevndarlimur í SEV 2009 – 2011

Facebook viðmerkingar