Týsdagin 27. oktober byrjar eitt nýtt kapittul í Føroya søgu, tá føroyska talgilda undirstøðukervið verður klárt at taka í nýtslu hjá øllum føroyingum. Umsíðir fáa føroyingar sín egna talgilda samleika og við honum atgongd til nýggja tænastuportalin, ið savnar alskyns tænastur á einum stað.
Samleikin er talgild innritan og undirskrift, ið lýkur altjóða krøv um talgildar samleikar. Vangin er nýggjur tænastuportalur, har føroyingar kunnu avgreiða síni egnu persónligu viðurskifti tryggari, lættari og skjótari.
Nýggju tænasturnar Samleikin og Vangin verða tiknar alment í nýtslu hendan dagin.
Høvi verður at síggja loysnirnar og hentleikarnar, Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen heldur røðu og tekur tænasturnar alment í nýtslu, og tónleikur verður eisini á skránni.
Tiltakið verður hildið sambært galdandi koronatilmælum, og er bara fyri innbodnum. Øll kunnu tó fylgja við í stroyming av tiltakinum á talgildu.fo
Facebook viðmerkingar