Kunngerð um valstað til kommunu-, skúlastýris- og eldraráðsval
Kommunu-, skúlastýris- og eldraráðsvalið í Tvøroyrar kommunu 10. november 2020
Valið fer fram í skúlahøllini í Trongisvági frá kl. 10.00 – 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøður
Veljarar, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 9. november 2020.
Heimaval
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá á kommunuskrivstovuni á tlf. 611085, í seinasta lagi mánadagin 9. november 2020 kl 12.00.
Valkort
Valkort til býráðsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki hevur fingið valkort ella villur eru í valkortinum, verður biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 611085, sum skjótast. Leygardagin 31. oktober, og leygardagin 7. november, er kommunuskrivstovan opin frá kl 15.00 til kl 17.00
Valnevndin í
Tvøroyrar kommunu
571901
Valevni, ið stilla upp til kommunuvalið á Tvøroyri, hin 10. november 2020
Listi C
1. Súsanna Bertholdsen, lærari, Traðarvegur 10, Tvøroyri
2. Signar Dam, kommunulækni, Ovari Vegur 46, Tvøroyri
3. Finnleif Guttesen, maskinmeistari, Torvheyggur 17, Froðba
4. Bjarni Hammer, løgtingsmaður, Miðbrekkan 14, Tvøroyri
5. Jens Arni Leo Hammerfoss, savnsvørður, Undir Skorum 17, Froðba
6. Óli Arnason Johansen, fiskasølumaður, Sjógøta 135, Tvøroyri
7. Annika Pearce, læknaskrivari, Undir Heygnum 31, Tvøroyri
8. Kristina Roest, málsviðgeri, Fornarætt 5, Trongisvágur
9. Niels Strøm Rødgaard, lesandi, Sjógøta 20, Tvøroyri
10. Tim Wentzlau, KT-ráðgevi, á Brekkunum 62, Trongisvágur
11. Eyð Eidesgaard, góðsku- og HTU-leiðari, í Syðrutoftum 15, Trongisvágur
Listi T
1. Jónleyg Jespersen Bech, fulltrúi, Sjúkrahúsbrekkan 8, Tvøroyri
2. Mina Joensen, cateringfólk, Sjógøta 248, Tvøroyri
3. Júst Albinus Johannesen, timburmeistari, Sornhúsvegur 7, Tvøroyri
4. Kristin Michelsen, borgarstjóri, Froðbiarvegur 52, Froðba
5. Alvi Mortensen, koyrilærari, Undir Hválinum 32, Tvøroyri
6. Jónhild Midjord Nybo, lesandi, Sjógøta 240, Tvøroyri
7. Ólavur Rasmussen, stjóri, Sornhúsvegur 16, Tvøroyri
8. Rasmus Rasmussen, maskinmeistari, Fornarætt 19, Trongisvágur
9. Reidar Simonsen, snikkari, Sevmýri 14, Tvøroyri
10. Frits Strøm, maskinstjóri, í Syðrutoftum 1, Trongisvágur
11. Anita Vibergsdóttir, røktarstarvsfólk, Traðarvegur 54, Tvøroyri
Listi V
1. Jógvan Martin Joensen, arbeiðsmaður, Froðbiarvegur 256, Froðba
2. Karina Fagralón, skrivstovukvinna, Ósavegur 9, Trongisvágur
3. Jens Rói Sørensen, løgreglumaður, Brekkugil 1, Trongisvágur
4. Kristian Stórhamar, tekniskur leiðari, Sóljugøta 12, Trongisvágur
5. Jóhannes Magnussen, løgreglumaður, Traðarvegur 49, Tvøroyri
6. Freja Maric, arbeiðskvinna, Sjógøta 66, Tvøroyri
Facebook viðmerkingar