Eitt virkið mentunarlív við tónleiki og skapanarhugi

Her eru nakrir tankar um ungdóms- og tónleikalívið, og um hvussu okur kunnu kveikja skapanarhugin hjá ungum sum eldri. 

Fjølbroytt ungdómslív

Sum ein av teimum yngstu valevnunum til hetta kommunvalið føli eg eina ábyrgd at arbeiða fyri teimum yngru borgarunum. 

Tað eru ikki so nógv ár, síðan eg sjálvur var ein av teimum, ið dagliga sparkaðu á skúlalagnum, fangaði kombikk í Gjógvará og drønaði runt í bygdini á skutara. 

Tað var sum eg áður havi nevnt gott og trygt at veksa upp her, men tað kann gerast enn betri. 

Hóast ungdómshús er komið, haldi eg, at umstøðurnar skulu verða betri og meira fjølbroyttar, soleiðis at okur kunnu rúma øllum teimum ungu, óansæð hvørji áhugamál tey hava.

Um eg taki meg sjálvan sum dømi, so dámdi mær væl at spæla tónleik, men kommunan hevur ikki í mínari tíð havt venjingarhølir tøk til tónleikarar. 

Hettar er nakað, sum eg vil broyta, um eg sleppi at sita í býráðnum, soleiðis at okur kunnu fáa fleiri tónleikarar í bygdini. 

Fyri at øll okra ungu skulu fáa góðar møguleikar at dyrka teirra áhugamál, so haldi eg, at mann skal hækka játtanina til ungdómshúsið og taka okra ungdómsráð meira við í framtíðarætlanina av ungdómsøkinum í Vági, tí ongin veit betri, hvat manglar, og hvat kann betrast, enn tey ungu sjálvi. 

Eitt virkið tónleikaumhvørvi

Okur hava havt nógvar góðar tónleikarar og undirhaldarar í Vági gjøgnum tíðina. Men seinastu 20-30 árini hava verið fáir virknir tónleikarar í bygdini. 

Okur hava musikkskúlan, men her manglar eitt stað, har tónleikarar kunnu hava fríari teymar, koma saman, venja og menna seg víðari eftir musikkskúlatíðina. Eitt stað við venjingarhølum og góðari tónleikaútgerð. 

Við hesum kunnu okur fáa skapt eitt tónleikaumhvørvi, so okur aftur fara at síggja og hoyra nakrar virknar vágsbólkar. Tað ríkar um mentunarlívið í bygdini.

Skapandi hús

Sum nevnt omanfyri, vil eg arbeiða fyri at betra umstøðurnar hjá ungum, tónleikarum, men eisini hjá borgarum, sum vilja dyrka síni skapandi evnir generelt. Tað kann vera tónleikur, myndlist ella okkurt heilt annað.

 Eg ímyndi mær, at okur fáa samlað alt hettar undir sama taki og leggja tað “centralt” í bygdini. Hettar kann skapa lív í miðbýin, har borgarar, sum spæla tónleik, taka myndir og gera filmsupptøkur ella mála, fáa sína dagligu gongd og kunnu samstarva og fáa íblástur frá hvørjum øðrum.

Ingi Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin í Vági

Facebook viðmerkingar