Gera vegatkomur til bústaðarøkir og grundstykkjaøkir

Í áratíggju hevur tað verið ætlanin at gera vegatkomur til bústaðarøkir í kommununi, sum ikki hava vegatkomu. Talan er um økir, har fólk fyri 30-50 árum síðani vórðu biðin um at byggja, við lyfti um at vegur fór at koma í næstum, men av ymiskum orsøkum kom vegur ongantíð til hesi økið.

Men nú er gongd sett á hesar vegagerðir.

Talan er um trý vegastrekkir:

  • Vegurin vestur í Høgabø
  • Vegurin vestur í Brekkubø
  • Vegurin út frá Toftabrekku

Býráðið samtykti einmælt í mai mánað at broyta byggisamtyktina fyri Vágs kommunu, soleiðis at vegir kunnu gerast til nevndu økir.

Vegaføring vestur í Høgabø

Vágs kommuna átti frammanundan ein part av økinum, har nýggj vegaføring skal gerast vestur í Høgabø. Pengur varð í vár játtaður til at gera hetta strekkið av vegnum og grundvegurin er nú gjørdur. Við hesum hava húsini í økinum fingið vegatkomu, samstundis sum vegatkoma er gjørd til nøkur grundstykkir í økinum.

Í samband við fíggjarætlanararbeiðið fyri árið 2021 er breið undirtøka í býráðnum fyri at arbeiða víðari við at liðugtgera vegin vestur í Høgabø og játtan verður eisini sett av til endamálið á fíggjarætlanini fyri 2021.

Vegaføring vestur í Brekkubø

Í 2018 varð byrjað uppá vegin vestur í Brekkubø, síðani hevur verið arbeitt við at kommunan skuldi ogna sær undirlendi, soleiðis at vegatkoma kann gerast vestur í Brekkubø. Nú er komið á mál við hesum arbeiðinum og er játtan eisini sett av til framhald av vegnum vestur í Brekkubø. 

Avtalað er gjørd við arbeiðstakara og fer hetta arbeiðið ígongd fyrsta dagin. Við hesum fáa hús í økinum vegatkomu, samstundis sum vegatkoma verður til nøkur grundstykkir í økinum.

Í samband við fíggjarætlanararbeiðið fyri árið 2021 er breið undirtøka í býráðnum fyri at arbeiða víðari við at liðugtgera vegin vestur í Brekkubø og játtan verður eisini sett av til endamálið á fíggjarætlanini fyri 2021.

Vegaføring út frá Toftabrekku

Eftir at byggisamtyktin varð broytt og nýggj vegaføring út frá Toftabrekku er førdur inn í byggisamtyktina, hevur verið arbeitt við at tekna upp vegin og fáa greiði á, hvussu nógv lendi kommunan skal ogna sær. Kalla verður inn til fund við eigarar í økjunum í næstum, har kunnað verður um ætlanina.

Nýggja vegaføringin út frá Toftabrekku fer at geva vegatkomu til hús í økinum, umframt at vegatkoma verður til eitt økið, har nógv grundstykkir eru.

Í samband við fíggjarætlanararbeiðið fyri árið 2021 er breið undirtøka í býráðnum fyri at arbeiða víðari við vegaføringini frá Toftabrekku og úteftir og játtan verður eisini sett av til endamálið á fíggjarætlanini fyri 2021.

Gera vegir til hús og grundstykkjaøkir

Nýggju vegirnar geva atkomu til hús, har tað fyri fleiri ártíggjum síðani varð lovað vegatkoma, og geva eisini atkomu til grundstykkjaøkir. Vøksturin í fólkatalinum ger eisini, at eftirspurningurin eftir grundstykkjum er vaksandi – og við nýggjum vegatkomunum, verður eisini givin atgongd til eitt stórt tal av nýggjum grundstykkjum.

Spennandi tíðir fyri framman og saman halda okur fast í góðu gongdini.

Dennis Holm, borgarstjóri og valevni á Lista E

Facebook viðmerkingar